Næstan klárt at endur­skoða valskipanina

Nú er nevndin, sum skal endurskoða valskipanina næstan fullmannað. Bara Sambandsflokkurin manglar at velja sítt umboð í politiska fylgibólkin og tá ið hann er valdur, er klárt hjá nevndini at fara til verka

Nú verður skjótt klárt hjá nevnd­ini, sum skal endur­skoða valskipanina, at fara til verka.
Formansskapurin hjá Løg­tinginum hevði fund mána­dagin og har vórðu 10 av teimum tilsamans 11 nevnd­ar­limunum, valdir.
Í sjálvari nevndini skulu vera fimm limir og teir eru allir valdir.

Men so skal hvør flokkur á tingi eisini velja hvør sín lim í ein politiskan fylgibólk og har hava fimm flokkar valt sítt umboð.

Tað er bara Sambands­flokk­urin, sum enn manglar at seta navn á sítt umboð í politiska fylgibólkin.
Annars skuldi tveir nevnd­ar­limir veljast eftir til­mæli frá umsitingini hjá Løg­ting­inum og teir eru Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtings­skrivstovuni, og Petur Zachariassen, hagfrøðingur, sum hevur gjørt nógv við val­skipanir.
Ein nevndarlimur skuldi veljast eftir tilmæli frá Fróð­skapar­setr­inum og tað er Bárður Larsen, ráð­gev­andi løg­frøðingur í Kommunu­sam­skipan Føroya.

Tveir nevndarlimir skuldu veljast eftir tilmæli frá Inn­lendis­mála­ráð­num og teir eru Hilmar Høgenni deildarstjóri í innlendisráðnum og Sjúrð­ur Rasmussen, løgfrøð­ingur og ráðgevari á løgmans­skriv­stovuni.
Annars skuldi hvør polit­iskur flokkur velja eitt umboð í ein politiskan fylgibólk.

Fólkaflokkurin hevur valt Jógvan á Lakjuni, Javn­aðar­flokkurin hevur valt John Johannessen, Sjálv­stýris­flokk­urin hevur valt Kára á Rógvi, Tjóðveldi valdi Heina O. Hein­esen og Miðflokkurin valdi Jenis av Rana.
Sambandsflokkurin hevur ikki valt sítt umboð enn, men tað verður í næstum og tá er klárt hjá bólkinum at fara til verka.

Nevnin skipar seg sjálv, men formaðurin skal ikki hava tilknýti til Løgting ella lands­stýrið.
Onki er ásett, nær nevndin skal verða liðug við arbeiði.