Næstan eingi skip høvdu fingið loyvi at siglt

Skipini hjá Strandferðsluni lúka ikki nútíðarkrøvini til skip, sigur skipakønur

Skipini hjá Strandferðsluni lúka ikki krøvini, sum verða sett til skip nú á døgum. Og tey eru so langt frá at lúka tey, at vóru tey ikki longu í flotanum, høvdu tey ikki sloppið at siglt.

 

Tað er dómurin, Thormund Johannesen, skipaverkfrøðingur. Hann sigur, at tað er rætt, tá ið Strandferðslan og politiski myndugleikin føra fram, at skipini lúka krøvini, annars høvdu tey ikki fingið loyvi at siglt.

 

– Men veruleikin er, at tey lúka tey krøv, sum vórðu sett, tá ið tey vórðu bygd, og tí sleppa tey at sigla. Men krøvini broytast alla tíðina og tey lúka als ikki tey krøv, sum verða sett til skip nú á døgum, sigur hann.

 

Skipini eru ein mansaldur, ella meiri og tað merkir, at tey sigla upp á aggomul krøv og í dag høvdu tey als ikki sloppið í flotan.

 

Hann nevnir eisini, at heldur ikki hvat hentleikum umborð, viðvíkur, lúka tey dagsins krøv. Hann samanber tað við hentleikarnar í einum vanligum sethúsum fyri 40 árum síðani og teir hentleikarnir, ið eru í einum nýggjum húsum í dag.

 

Hann sigur, at skipini klára heldur ikki tann flutningstørv, sum er nú á døgum. Fólkatalið veksur skjótt, talið á ferðafólkum veksur skjótt og nøgdin á farmi, sum skal flytast, veksur eisini skjótt.

 

Men hinvegin minkar kapasiteturin hjá skipunum alsamt so hvørt sum tey eldast. Hann vísir á, at í dag lasta Ternan, Sam og Ritan ikki meiri enn ein triðing av tí tey lastaðu, tá ið tey komu. Tá ið Ternan kom kundi hon føra seks lastbilar á 24 tons, í dag hevur hon ikki loyvi at taka meiri enn tveir – men tað er treytað av, at oljutangarnir ikki eru fullir. Eru teir tað, tekur hon bara ein lastbil.

 

Støðan er tann sama hvat Rituni viðvíkur, men Sam lastar bara ein fjórðing í dag av tí hann gjørdi, tá ið hann varð nýggjur.

 

Tað eru tvær orsøkir til tað. Onnur orsøkin er, at krøvini til stabilitet herðast alsamt og tað krevur at fríborðið verður hægri. Men skip tyngjast eisini alsamt, tí tey verða málað, útgerð kemur umborð o.s.fr.

 

Thormund Johannesen vísir eisini á, at tað krevur nógv meiri, og er nógv fýrari at halda gomul skip. Tá ið skip hjá Strandferðsluni eru á beding, hoyra eisini javnan, at tey hava rent seg í óvæntaðar trupulleikar sum elva til, at umvælingin tekur longri tíð enn ætlað.