Næstan 900 børn á bíðilsta kring alt landið

Tað er hørð kapping um frítíðina hjá børnum. Og at ganga í musikkskúla er nú eitt ítriv, sum veruliga er blivið eitt alternativ til ítróttin. Men bíðilistin er langur

Bara í Havnini standa 500 børn á bíðilista.

Og um alt landið eru tað næstan 900 børn, sum bíða eftir at sleppa framat.

At ganga í musikkskúla er nú blivið eitt veruligt alternativ til ítróttin.

Í løtuni eru tað 1.070 børn, sum ganga í musikkskúla kring alt landið.

Av teimum ganga um 450 børn í skúla í Havnini.

Men umframt øll hesi, sum Musikkskúlin er við til at geva eitt innihald í lívinum, eru tað mong onnur, sum ikki sleppa í skúla, hóast tey fegin vilja.

Martin Mouritsen, leiðari á Føroya Musikkskúla, sigur, at tað er um alt landið, at tað er ein langur bíðilisti eftir at sleppa framat.

? Summastaðni hava tey gjørt eitt ávíst uppsøkjandi arbeiði og tað hevur sjálvsagt eisini havt sína ávirkan á bíðilistarnar.

Men í Havnini er onki gjørt fyri at fáa næmingar at melda seg til, so tey, sum standa á bíðilista í høvuðsstaðnum, eru alt børn, sum veruliga hava hug at spæla.

Og hann leggur afturat,at bíðilistin bara longist og longist.

Nógv tað best umtókta ljóðførið er klaverið, og bara í Havnini er helvtin av bíðilistanum, børn, sum vilja sleppa at spæla klaver.

Men tann tørvin ber ikki til at nøkta.

? Tað ber ikki til bara at seta klaverlærarar. Men tað skal eisini skoytast uppí, at fremsta endamálið hjá Musikkskúlanum er at læra børnini samanspæl.


Mugu vísa áhuga

Leiðarin á Musikkskúlanum sigur, at av tí, at áhugin fyri skúlanum er so nógv størri enn tað, sum orka er til at nøkta, verður skúlin noyddur til at seta ávís krøv til børnini.

Men hann leggur dent á, at ongi krøv verða sett til gávurnar hjá børnum, tí skúlin er fyri øll.

? Tey einastu krøvini, vit seta til børnini, er, at tey vísa áhuga og møta upp, so at tey ikki bara taka eitt pláss, uttan at gera nakað við tað. Tó vita vit eisini, at tað kunnu verða orsøkir til, at børninini ikki møta so væl upp ávísar tíðir.


Útlit fyri menning

í løtuni eru 25 lærarar í Musikkskúlanum. Umframt úr Føroyum og norðurlondum annars, koma teir úr so ymsum londum, sum Bulgaria, Russlandi, Sveis og Onglandi.

Og hetta metir Martin Mouritsen avgjørt sum eina styrki, tí tað gevur musikklívinum íblástir úr nógvum ymsum mentanum.

Tilsamans kostar musikkskúlin landinum 4,9 milliónir í ár og tilsamans kostar hann knappar átta milliónir.

Landið betalir helvtina av læraralønunum, umframt ferðingina hjá lærarunum.

Hina helvtina av læraralønunum betala kommunurnar.

leiðarin hevur vónir um at Musikkskúlin fer at mennast.

? So at siga allar kommunurnar vilja hava Musikkskúlan at mennast og sostatt skuldi grundarlag eisini verið hjá landinum at styrkt hann.

Hann nevnir, at tað verður eisini neyðugt at styrkja leiðarastørvini kring landið, tí tey eru rættiliga krevjandi, men verða í dag mest rokna sum eitt ískoyti til annað arbeiðið.


Havnin spurtar frá

Martin Mouritsen vísir eisini á, at tað er rættiliga stórur munur á musikkskúlanum í Havnini og á bygd.

? Tað vísir seg sum um Havnin spurtar frá øllum hinum.

Hann heldur, at hetta kemst av, at havnarfólk hava ein annan hugburð til musikkundirvísing enn bygdarfólk hava.

? Tað vísir seg, sum at foreldur í Havn eru ídnari at melda børn til, og at halda teimum til.

Hann vísir eisini á, at støðið í Havn hækkar skjótari enn á bygd so at gloppið veksur.

? Hetta er óheppið, men hinvegin ber tað heldur ikki til at steðga menningini í Havn, fyri at alt skal vera á sama støði, sigur Martin Mouritsen.