Tað verður goldið meira út í lønum í 1999 enn tað var í 1998.
Tað er niðurstøðan av talvuni, sum Hagstova Føroya prentar í Hagtíðindum nr. 7, sum júst er komið á gøtuna.
Niðurstøðan er bygt á talvuna fyri teir fyrstu ellivu mánaðirnar av hesum árinum sammett við vanligu gongdina undanfarnu árini. Tann gongdin hevur verið tann, at desember er ein serstakliga »góður« lønarmánaði, og brúka vit desember í fjør, sum dømi, so vera lønarútgjaldingarnar í ár uml. 300 milliónir størri enn tær vóru í 1998.
Sammett við onnur ár verða lønarútgjaldingarnar fyri 1999 eisini hægri enn tær eitt nú vóru í 1990 tá tær vóru upp á góðar 4,2 mia. krónur.
Fiskivinnan haltar
Tað áhugaverda við talvuni yvir lønarútgjaldingarnar er, at tað í øllum førum uttan einum er talan um vøkstur sammett við árið í fjør.
Áhugavert, tí einasta vinnugrein, sum ikki hevur størri lønarútgjaldingar í ár, er fiskivinnan, og tað kann í grundini gerast ein trupulleiki, um so er, at tann gongdin heldur fram.
Um tað verður so ella ikki er sjálvandi torført at úttala seg um, tí sum øllum kunnugt, so hevur tað nógv við fiskanøgd og fiskaprísir at gera.
Og av tí at hesir báðir lutir ikki er nakað sum føroyingar hava nakra ávirkan á yvirhøvur, er vónleyst at siga nakað um niðurgongdin í fiskivinnuni fer at halda á, ella ikki.
Higartil í ár eru útgoldnar 65 mió. krónur færri í lønum enn tað vóru sama tíðarskeið í fjør.
Gongur illa hjá teimum, sum veiða fiskin, so gongur betri í fiskavøruídnaðinum.
Góðar tríati milliónir fleiri er útgoldið í lønum í hesi vinnugrein, og frágreiðingin til tað er uttan iva, at meira fæst fyri vøruna, sum verður framleidd.
Byggivinnan
enn einaferð
Tann vinnan, sum tó mann hava havt størstu framgongdina tá samanumkemur, er byggivinnan.
Byggivinnan steðgaði fullkomiliga upp í teimum ringastu kreppuárunum, men síðani tá er gongd av álvara komin á aftur.
Hiugartil í ár eru 162 mió. krónur útgoldnar í lønum í byggivinnuni, og tað er tíggju milliónir meir enn útgoldið var alt árið 1998.
Havandi tað í hugað, sum sagt var um desember mánaða omanfyri, so er ikki óhugsandi, at samanløgdu lønarútgjaldingarnar fyri 1999 fara at nærkast 180 milliónum.
Orsøkin til vøksturin í byggivinnuni er sjálvsagt at finna í tí veruleika, at tað sum heild gongur betri í landinum yvirhøvur. Hetta ger, at meira verður boðið fyri sethús - serliga í Havn, og tá húsini gerast ov dýr at keypa, loysir tað seg ofta at byggja sjálvur ístaðin.
Almennu lønirnar
økjast eisini
Tað er nú ikki bara í privatu vinnuni at lønirnar økjas, tí landskassin fylgir væl við í so máta.
Kortini er tað serliga innan heilsu- og almannaverkið og innan skúlaverkið, at meira verður útgoldið í lønum og ikki í sjálvari fyrisitingini.
Sambært talvuni hjá Hagstovuni eru 41 milliónir meiri útgoldið í lønum í undirvísingarverkinum, meðan 36 milliónir meira eru goldnar í heilsuverkinum.
Í almennu fyrisitingini økjast lønarútreiðslurnar kortini ikki so skjótt, tí her er »bert« talan um ein vøkstur upp á seks milliónir, og tað svarar til einans eitt prosent.
Vøkstur í øllum
høvuðsbólkum
Sum sagt, so er tað bara í fiskivinnuni á sjónum, at tað er ein afturgongd, og tá høvuðsbólkarnir eru samantaldir innanhýsis, er framgongd at síggja í øllum trimum høvuðsbólkum.
Framleiðsluvinnan økist við 18 mió. krónum upp í 1,264 mia. krónur og tað svarar til ein vøkstur upp á 1 prosent.
Byggivinnan, handil, flutningur og aðrar tænastur ger eitt rættuligt lop úr 1,183 mia. krónur upp í 1,319 mia. krónur, og tað svarar til eina hækking upp á 12 prosent.
Tað er eisini staðfest ein øking í lønarútgjaldingini hjá tí almenna.
Fyrstu ellivu mánaðirnar í ár eru úgoldnar 1,378 mia. krónur í lønum, meðan tað, sama tíðarskeið, í fjør, vórðu útgoldnar 1,275 mia. krónur. Hetta svarar til eina øking upp á 8 prosent.