Yvirgangur
Árni Joensen:
Danska uttanríkisráðið boðaði sunnudagin frá, at tríggjar danskar kvinnur í aldrinum 18 til 21 ár vóru ikki komnar afturíaftur aftan á ta ógvusligu bumbuspreingingina á Bali. Tær tríggjar vóru á einum skúlaskeiði.
Danska sendistovan í Jakarta hevur sagt, at sjey ella átta danskir ríkisborgarar vórðu lagdir á sjúkrahús, men at eingin teirra hevði fingið álvarsligan skaða.
Næstan 300 danir vóru staddir á Bali um vikuskiftið, men eftir boðum frá uttanríkisráðnum í Keypmannahavn vórðu teir fluttir til Thailands í gjár.
Tveir sviar doyðu í bumbuatsóknini. Tríggjar norskar gentur vóru á diskotekinum, sum varð sprongt í luftina, men tær sluppu óskalaðar frá atsóknini.










