Uppá minni enn eitt samdøgur hava yvir 700 fólk melda seg til eitt mótmæli á Facebook, sum krevur morgunlesturin aftur kl. 9.50 um morgunin. Á Facebook er stovnaður ein bólkur, sum mótmælir avgerðini hjá leiðsluni í Kringvarpinum.
Hóast bara eitt samdøgur er liðið, síðani bólkurin varð stovnaður, so hava heili 926 fólk mótmælt, at morgunlesturin er tikin av skránni kl. 9.50 um morgunin.
Fyrr í dag heittu 26 av 33 tingmonnum á leiðsluna í Kringvarpi Føroya, um at broyta avgerðina, og aftur seta morgunlesturin á skránna hjá útvarpinum kl. 9.50.