Næstan 1.000 fólk til MC-framsýning

Motorsúkkluframsýningin 2007 í Multihúsinum á Hjalla, ið var tann størsta av sínum slagi, varð sera væl vitjað teir tveir dagarnar hon var opin. Næstan 1.000 fólk vitjaðu At áhugin fyri motorsúkklum er stórur í Føroyum, prógvar Motorsúkkluframsýningin 2007, sum var í Multihúsinum á Hjalla leygardagin 3. og sunnudagin 4. mars, báðar dagarnar frá kl. 14-18. Næstan 1.000 fólk vitjaðu framsýningina.

Atgongumerkini, sum vóru ókeypis, vóru samstundis ein lutaseðil til nakrar vinningar, sum vórðu drignir sunnukvøldið.

Framsýninarar vóru: MC-Sølan, AD-Import, Autoshine, Harley Davidson, Norðbil og Føroya-Shell. Har var eitt breitt úrval av ymiskum motorsúkklum í øllum støddum og sniðum. Talan var tó mest um nýggjar motorsúkklur, men eisini fleiri gamlar súkklur vóru við á farmsýningini.

Ætlanin við tiltakinum var fyrst og fremst at motorsúkkluhandlarar kundu vísa fram úrvalið av motorsúkklum í 2007. Tilsamans 71 motorsúkklur vóru á framsýningini. Tað er Bilfríðkan, sum eigur Multihúsið á Hjalla.