Næstu LIVE-framførslurnar í sangskrivarakappingini hjá Amnesty verða at hoyra mikukvøldið á Kafe Kaspar.
Nøvnini, ið fara at framføra teirra nýggja Amnesty lag, verða:
- Rani Nolsøe
- Bára Hjartvardsdóttir
- Fróði
- Jensina Højgaard
- Og møguliga fleiri nøvn.
Hesi eru millum tey nærum 50 nøvnini, ið higartil hava tilmeldað seg sangskrivarakappingina hjá Amnesty.
Freistin at lata sang inn er tann 15. juni 2011 og á G! Festivalinum verða tey 10 nøvnini, ið sleppa í Studio Bloch í august, kunngjørd.
Tiltakið byrjar kl. 21.00.
Hesum boðar Amensty International Føroya deild frá í dag.