- Hetta er bara byrjanin, og mær tørvar ikki at siga landsstýrinum, at næsta stigið verður eitt altjóða universitet á Debesartrøð.
Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá fyrsta flagið varð loyst í dag í sambandi við byggingina av Marknagilsdeplinum.
Borgarstjórin helt, at løtan í Marknagili í dag av sonnum er stór og týdningarmikil.
- Løtan er stór, tí talan er um stórt og serstakt bygningsverk. Løtan er týdningarmikil, tí talan er um størstu almennu íløgu í útbúgving nakrantíð, og sum verður øllum Føroya fólki at gagni.
- Vit kunnu frøast um at vera komin so langt, hóast tilgongdin hevur verið drúgv. Tað er ikki sørt, at vit í fleiri førum hava borið ótta fyri, at verkætlanin fór fyri bakka, og at vit kanska skuldu bíða í enn eini 10-15 ár eftir nýggjum miðnámsskúla í høvuðsstaðarøkinum.
Avleiðingin av hesum hevði verið, segði borgarstjórin, at teir fleiri enn 1.300 næmingarnir í Hoydølum, Tekniska skúla og á Handilsskúlanum skuldu halda fram í sera ótíðarhóskandi og útslitnum hølum.
- Men, tíbetur eru nú øll segl sett til hesa bygging, sum í sær sjálvum fer at seta nýggj mát fyri skúlabygging í Føroyum. Marknagil verður eftir hetta ein livandi og fjølbroyttur býarpartur, har tann lívsglaði ungdómurin setur sín serstaka dám á.
Borgarstjórin segði seg fegnast um tann positiva leiklut, sum Tórshavnar kommuna hevur havt í hesi verkætlan, og sum hevur gjørt sítt til, at Landsverk saman við teirra arbeiðstakarum nú kunnu fara undir byggiarbeiðið.
- Bæði býráð og umsiting hava arbeitt miðvíst og konstruktivt við teimum mongu málunum, sum hava verið knýtt at hesi byggiætlan, og teirra lutur liggur ikki eftir.
Heðin Mortensen segði, at kommunan hevur í sambandi við makaskiftisavtalu latið landinum fleiri enn 31.000 fermetrar av lendinum í Marknagili, og sum koma aftrat tí grundøki, sum landið átti her frammanundan.
- Kommunan skal harumframt gera fleiri íløgur í sambandi við depilin, eitt nú í vegagerð, parkering, kloakkir og millum annað sløkkiliðið, sum alt í alt fara at kosta fleiri enn 20 miljónir krónur.
Borgarstjórin vísti á, at øll vita, hvørjar avbjóðingar føroyska samfelagið hevur, eisini Tórshavnar býur.
- Vit missa ov nógv av okkara ungu av landinum. Hetta ger landið og býin munandi fátækari, bæði búskaparliga, vitanarliga og mentanarliga.
Heðin Mortensen segði, at vit eiga ikki at steðga her.
- Nú er neyðugt at seta ferð á at menna hægri útbúgving, og til tess má byggjast eitt munagott altjóða universitet á Debesartrøð. Mær nýtist ikki at siga landsstýrinum, at eisini við universitetsætlanini fer Tórshavnar býráð at veita sín fulla stuðul, segði borgarstjórin millum annað, tá hann helt røðu við hátíðarløtuna í Marknagili í dag.










