Næsta steypið

John Petersen hevur ongan tíð roynt at veri liðskipari hjá einum FM-vinnara

 

Fótbóltstos

 

 

 

John Petersen hevur verið við til eitt sindur av hvørjum í føroyskum fótbólti. Gullið hetta kappingarárið er hansara fimta í fyrstu deild, men í mun til hini, er hetta fyrsta ferðin, at hann er liðformaður hjá einum FM-vinnara.

 

Spurdur, um hetta kendist størri av hesum, segði John, at tað hevði als ikki hugsað um.

 

- Eg veit ikki, hvussu tað fer at verða. Eg havi verið eftir einum steypi fyrr í ár, og tað ger nokk einki, um mann so fer eftir tveimum, so tað gleði eg meg bara til, segði John.

 

 

 

Seta metini

 

Annars hevði John sjálvur ein hin størsta møguleikan í dystinum, tá hann gjørdist púrasta leysur framman fyri HB-málinum tíðliga í fyrra hálvleiki. Um hesa hendingina segði John sjálvur, at hann sá ikki leikaran, sum stóð á strikuni.

 

- Hatta var ein stórur møguleiki. Bólturin kom so knappliga til mín, tá skotið frá Jákupi varð avrættað. Eg helt, at eg skuldi bara stýra bóltinum inn, men har var so ein maður, men tíbetur gjørdi tað einki, tá saman um kom.

 

Hóast teir longu eru meistarar, so hevur B36 framvegis ein dyst eftir at spæla, og tað eisini soleiðis, at leikararnir ætla sær at vinna hendan.

 

- Nú hava vit bara met at fara eftir, men tey ætla vit okkum eisini at taka, segði ein smílandi liðformaður at enda.