Næsta ár er bragdið hjá Kára P. Højgaard fullført

Tann, sum vil hava eina mynd av eini oljutunnu á onkrari av útoyggjunum, skal skunda sær, sigur Hendrik Old, landsstýrismaður.

Nú fer tað heilt skjótt í søguna, at tey, sum búgva á útoyggj, noyðast at baksast við oljutunnur fyri at fáa olju í tangan heima við hús.

 

Tað sigur Hendrik Old, landsstýrismaður.

 

Í minst ein mansaldur hevur verið tosað um at finna eina skipan, soleiðis at tey, sum búgva á útoyggj, skulu sleppa undan at baksast við oljutunnur fyri at fáa hita í húsini.

 

Men undanfarni landsstýrismaður í Innlendismálum, Kári P. Højgaard, fekk sett sjøtul á eina broyting, tá ið avtala fekst í lag um at sleppa undan oljutunnunum í Skúgvoy. Í tí sambandi er avtala gjørd við Sev, sum hevur oljugoymslu í Skúgvoy um eisini at lata olju til húsini, og haðani koyrir vognur við tanga runt til húsini við olju.

 

Hendrik Old kallaði tað eitt bragd og hann er so mikið bjartskygdur, at hann ivast ikki í, at um nakrar fáar mánaðir er tað bragdið fullført, soleiðis at oljutunnurnar eru farnar í søguna á útoyggj.

 

- So tann, sum vil hava eina mynd av eini oljutunnu á útoyggj, skal skunda sær, legði hann skemtiliga afturat, nú ein dagin, Løgtingið, enn einaferð, skifti orð um oljutunnur á útoyggj.   

 

Hendrik Old sigur, at hann hevur vent sær til tey í Fugloyar Kommunu um at fáa eina loysn har, ið líkist teirri í Skúgvoy, og í Svínoy er ætlanin at gera ein ferjuskráa so at ein bilur kann koyra íland. Og í Mykinesi er eisini tangi settur upp, og tað er næstan komið undir land.

 

Hendrik Old staðfestir, at allir partar sinnaðir til at vera við til at loysa, bæði oljufeløg, Sev og kommunurnar. Samstundis kostar tað ikki serliga nógv og tí væntar hann, at tað verður so leingi, áðrenn oljutunnurnar eru farnar í søguna.

Kári P. Højgaard, sum setti sjøtul á, heldur, at tað verður ein ómetaligur lætti hjá teimum, sum búgva á útoyggj at sleppa undan baksast við oljutunnurnar.