Hví Føroya hægst lønti politikari, sum fær um 100.000 krónur um mánaðin fyri at umboða Javnaðarflokkin á tingi og í Tvøroyar býráð hevur sett fram hetta ynskið, er enn ógreitt
Eyðvitað kundu tú roknað við ávísum uppreistri í Sandoyar sýslu – sum Tummas Frank Joensen í Skúvoy vísti á, at hann fór at melda seg úr felagnum og at niðurleggja felagið. Kanska eitt sindur løgið fyrst at melda seg úr og so niðurleggja felagið...?
Men óivað eru eisini javnaðarfólk í Sandoyar sýslu, sum halda, at man kann verða javnaðarfólk, hóast Gerhard ikki sleppur at vera tað.
Men støðan hjá Kristin Michelsen og Javnaðarflokkin tykist rættiliga margháttlig. Hann hevur rætt í tí, at hann er eitt problem fyri Javnaðarflokkin. Ikki tí, at Javnaðarflokkurin skal lata seg eyðmýkja og leggja seg á knæ fyri fáa hann at vera verðandi í flokkinum.-
Men tað er eitt problem fyri ein arbeiðaraflokk, at hann hevur politikarar, sum mest eru tað fyri pengarnar. Kristin Michelsen hevur prógvað, at hann onga virðing hevur fyri tingarbeiðinum. Hann tímir ikki at møta á tingi. Tá Sosialurin kundi avdúka, at hann var tann løgtingsmaðurin, sum skulkaði mest, lovaði hann at taka seg saman. Hann møtir nú til flestu tingfundir, men hann sæst ofta umborð á Smyrili á veg til Suðuruar seinnapartar, meðan onnur tingfólk framvegis eru til arbeiðis í løgtinginum.
Hann møtir illa upp í løgtingsnevndunum. Hann umboðar Javnaðarflokkin í Uttanlandsnevndini, sum er ein týdningarmikil nevnd, sum hevur viðgjørt fleiri stórmál seinastu mánaðirnar, eitt nú
áseting av makrel- og sildakvotum, og málið um, at vit fyri fystu ferð hava tikið sera drastiska stigið at reisa sak móti ES, fyrst í altjóða havrættarsáttmálanum og nú WTO. Kristin Michelsen hevur ikki verið á fundið í Uttanlandsnevndini seinasta hálva árið.
So var Gerhard Lognberg eitt problem fyri Javnaðarflokkin, so er Kristin Michelsen eisini eitt problem.
Kann tann føroyski arbeiðaraflokkurin hava ein tingmann, sum fær 100.000 krónur um mánaðin fyri at røkja álitisstørv fyri flokkin, sum hann kortini misrøkir? Kann Javnaðarflokkurin liva við tí?
So Aksel V. Johannesen:
– Tit tóku tað stóra stigið og settu trúvirði upp á spæl við Gerhardi Lognberg. Tí mugu tit eisini taka støðu til stóra trupulleikan, Kristin Michelsen!










