HB-skiparin
Fyri fjórðu ferð í tíð síni í HB kann Rúni Nolsøe við kappingarlok fara eftir FM-steypinum, og sjálvur ætlar hann so ikki, at hetta skal vera tað seinasta.
- Nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður, men eg havi so eitt ár eftir av sáttmálinum, og skal eg spæla tað árið liðugt, so verður hetta helst tað næstseinasta, helt hann við einum smíli.
Av hinum trimum meistaraheitunum, er einki tó komið til høldar í so góðari tíð, sum hesaferð, og Rúni sigur eins og liðfelagarnir, at stabilitetur hevur verið lyklaorðið í hesum.
- Hini liðini hava øll havt sínar ringu løtur, men hjá okkum hevur tað alla tíðina koyrt beint frameftir. Vit hava kanska ikki spælt so vakran fótbólt, men stríðsviljin hevur alla tíðina verið í topp, og tað hevur í øllum førum borið okkum heilt langt.
Og fer talan eisini at vera um sama stríðsvilja í seinastu dystunum, nú tit longu hava vissað tykkum gullið?
- Næstu ferð eru Heðin og eg leikbannaðir, so tað verðu nokk ikki heilt tað sama, sigur hann, áðrenn hann brestur í at flenna.
- Nei. Sjálvandi fara vit eisini í komandi dystunum inn á vøllin fyri at vinna, men tað verður eitt sindur løgið at spæla. Eg ivist tó ikki í, at seinasti dysturin fer at verða heilt stuttligur, men eg ivist eitt sindur í, hvussu hinir báðir verða, sigur HB-liðskiparin at enda.










