Nú stákast tey á heystverkstaðnum

- Vit gagnnýta alt frá slaktinum. Endamálið er at vísa børnunum, at alt av seyði kann brúkast, sigur Guðrun S. Hansen, leiðari á frítíðarskúlanum á Eysturskúlanum

Í hesum døgum stákast tey 40 børnini á frítíðarskúlanum á Eysturskúlanum við at gera rullupylsu, blóðpylsu, garva skinn og hvørt av sínum, ið hevur samband við slaktið. Hósdagin í farnu viku vóru tey á Brandstøðini í Havn, har Hjørleif Kúrberg fletti eitt lamb fyri tey meðan tey hugdu at. Børnini vóru ógvuliga hugagóð og fylgdu væl við meðan flett var.

Alt av lambinum verður gagnnýtt so ella so. Skinnið verður rotað, ullin verður tøvað, ein partur av ullini verður litaður, beinini verða flett, og skinnið á beinunum verður garvað og gjørt til teppi, sum verða brúkt í dukkuhúsum. Frítíðarskúlin hevur eitt verkstað í gamla íshúsinum og har koma hornini til høldar. Børnini gera ymsar lutir úr horni, oyraringar, armbond, upptrekkjarar, gávulutir og annað.

Mánadagin gjørdu børnini rullupylsu og í gjár var blóðpylsa á skránni. Frítíðarskúlin hevur fingið fatur avroði av fleiri lombum, so børnini sleppa øll upp í part at seyma og gera blóðpylsu. Parturin av tálgini fer til blóðpylsuna og so verður restin goymd til várs, tá ið børnini fara at gera knettir. Kjøtið verður hongt upp at ræsa og turka, og í vár verða foreldrini at børnunum í frítíðarskúlanum boðin til ein góðan bita og annars at síggja, hvat er komið burtur úr.

- Vit gagnnýta alt frá slaktinum. Endamálið er at vísa børnunum, at alt av seyði kann brúkast. Tey hava øgiliga gott handalag og eru sera ágrýtin. Teimum dámar ógvuliga væl at vera uppií og eru so stolt, tá ið foreldrini koma at hyggja at, hvat tey hava fingið burturúr. Tiltakið í fjør eydnaðist sera væl, sigur Guðrun S. Hansen, leiðari á frítíðarskúlanum á Eysturskúlanum.

- Flestu børnini hava sæð, fólk fletta og taka upp frá slakti og eisini sæð, hvussu blóðpylsa verður gjørd. Men tey fægstu hava tikið lut sjálv. Og tað hava tey møguleika fyri í frítíðarskúlanum.

Í fjør vóru starvsfólkini á frítíðarskúlunum í Havn á skeiði, har tey fingu íblástur til, hvat kann fáast burtur úr sokallaða heystverkstaðnum, tey kalla. Hvussu alt av seyði kann koma til høldar onkusvegna og verða gagnnýtt.

Arbeiðssetningurin hjá frítíðarskúlanum er trygd, dygd og virksemi. Skúlin leggur áherðslu á, at barnið veksur upp í einum tryggum og mennandi umhvørvi, har tað hevur møguleika at menna seg á øllum økjum. Og har er heystverkstaðið eitt tilboð av mongum.