Frank Davidsen
-------
Undirritaði hoyrdi meginpartin av orðaskiftinum, sum var í løgtinginum um millum annað flatskatt og skatting av pensjónum. Ongantíð áður havi eg sæð ella hoyrt ein landsstýrismann vísa andstøðuni á løgtingi so lítla virðing. Tað var skammleyst útyvir øll mørk. Í staðin fyri at svara mongu ivaspurningunum frá andstøðuni, førdi landsstýrismaðurin seg fram sum ein annar skúlalærari, sum skuldi læra næmingar sínar góðan atburð. Tá ið tingmenn úr andstøðuni settu spurningar aðru ferð, stóð landsstýrismaðurin hástórur við einum forhánisligum smíli, uttan at svara spurningunum.
Á forsíðuni á Dimmalætting tann 8. desember stendur citat: Pensiónir og flatskattur: Uppskotið at skatta pensjónir við inngjald er so fongt við fyrivarnum og óvissum, at umsitingin ikki vildi leggja navn til tað, fyrr enn tey høvdu fingið harraboð um at gera tað kortini. Úrslitið er eitt uppskot, sum eingin kennir avleiðingarnar av, citat enda. Tað visir seg at umsitingin hevur heilar 19 viðmerkingar, har óvissan er so stór, at tey siga seg ikki at kenna avleiðingarnar av hesum. Hædd er ikki tikin fyri pensjónum, sum føroyingar eiga í donskum pensjónskassum, eins og nærum allur arbeiðsmarknaðurin er ímóti at skatta pensjónir við inngjald. Harumframt er einki annað land í heiminum, sum hevur gjørt av yvir eina nátta, at skatta pensjónir við inngjald.
Sær ikki mætari út enn, at landsstýrismaðurin undan løgtingsvalinum hevði funnið uppá eina “smarta loysn”, fyri ikki at missa valdið í flokkinum. Henda loysnin var at Føroyar sum tað einasta land í heiminum skuldi skatta pensiónir við inngjaldið. Hetta var gjørt, sjálvt um embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum ávarðaðu um, at við ætlaðu broytingum at skatta pensiónirnar var uppskotið so víðfevnt, at tað ikki bar til at gera eitt haldgott lógaruppskot eftir so stuttari tíð. Men hóast tað so fekk umsitingin harraboð um at fremja uppskotini um pensiónir og flatskattin. Sum ein fjølmiðul viðmerkti, so varð tað eitt makkverk, sum fíggjarmálaráðharrin kroysti burtur úr umsiting síni.
Álvaratos, tá lond sum Grikkaland, Spania, Italia og Portugal, sum eru um at fara á húsagang ikki vilja skatta pensjónir við inngjald, átti tað ikki at sagt okkum at ætlanin hjá fíggjarmálaráðharranum er burturvið. Og ein kann spyrja seg sjálvan um fjøldin av ráðgevarum í nevndu london eru idiotar, ella at okkara fíggjarmálaráðharri er størri flogvit enn teir allir tilsamans.Men hinvegin so hevur motto hansara altíð verið, at gongur tað so gongur tað, og gongur tað ikki so gongur tað allíkavæl.
Tað var tann tíð at sami politikari var tikin í óreglusemi, tá hann á náttartíð “tók” eina flakamaskinu, samstundis sum hann við hesa “tøku” beindi fyri skrokknummarinum á maskinuni. Ein álvarslig gerð, sum fyri onkran annan hevði fingið álvarsligar avleiðingar. Eigarin av nevndu maskinu valdi ikki at melda málið til løgregluna, og tí var málið tagt burtur. Nakað aftaná og dagin fyri, sum sami politikari var kosin fiskimálaráðharri, bjóðaði hann sær til at innviga eitt partí av toski, soleiðis at tað í staðin fyri tosk so hevði upsi staðið á innvigingarseðilinum, um tilboðið gjørdist veruleiki. Fyri hesa tænastu kundi hann so fáa kr. 2 – 3 í sín part av hvørjum kilo. Orsøkin til hetta gávumildni var, at skiparin mest sum í skemti greddi frá, at hann tann túrin hevði fingið í so nógva íblanding av toski, sum kvota var á tá. Sum eg skilti á skiparanum, so var hann ikki sørt skelkaður, tá hann fekk hetta tilboðið, og serstakliga tá sami maður sum kom við tilboðnum, dagin eftir skuldi taka við evsta valdinum innan fiskivinnuna. Síðan tá havi eg mist alla virðing fyri hesum politikara .
Hevði annars ikki ætlað mær at komið alment fram við hesi vitan, og eg skilji væl, at fólk fær tað fatan at tað er sera primitivt og óhóskandi. Men hinvegin vísur omanfyri standandi ikki bara manglandi seriøsitet, men tað vísur ein persón sum hevur stórar trupuleikar við at síggja mun á skemt og veruleika. Enn eitt gott dømi um hetta er tann vitleysa politiska telving íð fer fram í hesum døgum við fíggjarmálaráðharranum á odda, samstundis sum veljarafjøldin undan løgtingsvalinumdimma@ var drigin uppá trá við eini skattaskipan sum tá saman um kom, hevði frávalt lá og miðal inntøkurnar fyri ein skattalættað.
Tískil gjørdist Lovaða skattaskipanin møguliga størsta bluffnummar í føroyskum politikki nakrantíð. Nú vísir veljarakanning, at 2/3 veljarum eru ímóti tí so høgt lovaða flatskattinum og skattingini av pensjónunum við inngjald.Samstundis eru øll fagfelagsrørðslan í móti at skatta pensiónirnar við inngjaldið.
Tað eru ikki smávegis “hovsa loysnum”, sum nevndi politikari hevur framt seinastu árini. Millum annað var misálit reist ímóti honum, soleiðis at hann var noyddur at taka seg aftur sum landsstýrismaður í Fiskivinnumálum. Sum uttanríkisráðharri var hann noyddur at leggja frá sær, tí hann segði seg ikki kunna røkja formansstarvið í flokkinum á skilagóðan hátt. Eftir hann lá eitt uttanríkisráð í sorli.
Eg spyrji bara, hvussu langt kann ein politikari fara moralskt og etiskt, uttan at tað fær avleiðingar, og kann samgongan liva við hesum.









