Fleiri ferðir fyrr í ár hava løgtingslimir fýlst á, at teir hava ov lítið at gera.
Serliga hava teir hvassliga átalað samgonguna fyri at hava avrikað ov lítið, tí veruleikin er, at síðani nýggj samgonga varð skipað, eru tað ógvuliga fá mál, sum landsstýrið hevur borið niðan í Løgtingið.
Tað einasta, sum løgtingslimir hava havt at gjørt, eru at viðgera uppskot frá andstøðuna. Men so hava løgtingslimir eisini sett landsstýrisfólkunum fleiri fyrispurningar.
Og tað er at kalla hetta, sum løgtingslimir hava havt at gjørt hesar seinastu fimm mánaðirnar og summir av teimum hava enntá borið upp á mál, at løgtingið hevur ongantíð havt so lítið at gjørt.
Og tað var samgongan, sum fekk skyldina, tí hon fekk so lítið á skaftið.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, royndi at sláa kalt vatn í blóðið, tí hann hevur ført fram, at hetta var ikki tíð at samgongan liggur á teirri latu síðuni.
Tvørtur ímóti boðaði hann frá, at samgongan arbeiddi við umleið 61 lógaruppskotum, sum skuldu leggjast fyri Løgtingið fyri seinastu framløgudag.
Seinastu framløgudagur er 6. mars, sum er nú fríggjadagin.
Men áðrenn uppskotini verða løgd fyri Løgtingið, skal løgtingsskrivstovan hava tey í minst seks dagar til at ganga ígjøgnum fyri at vita um tey lúka øll krøv.
Sostatt var freistin hjá ráðum og stýrum at bera løgtingsskrivstovuni uppskot fríggjadagin 27. februar.
Men fyribils er tað dult sum mansmorð, hvørji hesi uppskotini eru!!!
Løgtingsskrivstovan vil ikki upplýsa, hvussu nógv uppskot tey hava fingið at leggja fyri Løgtingið.
Haðani verður sagt , at onki verður almannakunngjørt fyrrenn fríggjadagin 6. mars.
Á løgmansskrivstovuni siga tey, at tað eru umleið 40 uppskot, sum samgongan hevur borið niðan í Løgtingið síðstu dagarnar og sum so verða løgd fram nú fríggjadagin.
Heldur ikki løgmanskrivstovan vil almannakunngera listan við lógarmálum, sum er lagdur fram, tí eisini har er fráboðanin, at hann verður ikki almannakunngjørdur fyrrenn fríggjadagin.
Umframt hesi 40 uppskotini, sum nú eru borin niðan í tingið, hevur samgongan lagt 13 onnur uppskot fyri Løgtingið síðani 1. januar.
Men Kaj Leo Johannesen sigur, at afturat hesum er ætlanin at leggja átta onnur uppskot fram, sum koma seinni.
- Tilsamans er sostatt akkurát talan um 61 uppskot, sum vit høvdu sett okkum fyri, sigur løgmaður.
Umframt uppskotunum frá samgonguni, er eisini væntandi, at eisini andstøðan fer at leggja eina rúgva av uppskotunum fyri tingið. Eitt nú hava vit fingið upplýst, at Tjóðveldi einsamalt hevur borið 19 lógaruppskot niðan í Løgtingið, sum ætlanin er at leggja fram, men uttan iva fara bæði Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eisini at leggja síni uppskot fram.
Annars stílar Løgtingið eftir at sleppa í summarfrí 7. mai og tá skulu so øll málini verða avgreidd.
Les eisini greinina: Samgongan leggur stórmál fyri løgtingið.










