Amerikanski forsetin Donald Trump hevur fyri løtu síðan boðað frá, hvørji tiltøk verða sett í verk fyri at forða fyri, at coronavirus breiðir seg í USA.
Øll ferðsla til USA úr Europa verður steðgað í 30 dagar. Hetta kemur í gildið fríggjadagin, segði hann á tíðindafundi í áðni.
Hetta verður tó ikki galdandi fyri Stórabretland, og nøkur fá undantøk verða gjørt fyri amerikanarar, sum hava verið gjøgnum ávísar kanningar. Øll tey, sum koma til USA, skulu kannast sera væl og virðiliga fyri at tryggja, at eingin ferðandi er sjúkur.
Donald Trump langaði í talu síni í kvøld eftir Europa, sum hann ikki metir hevur sett nóg hørð tiltøk í verk í sambandi við coronavirus. Hann segði, at USA hevur tikið neyðugu stigini í góðari tíð í mun til Europa, sum sambært honum ikki hevur gjørt tað.
Higartil hava 1276 persónar fingið staðfest coronavirus í USA.











