Nú sleppur borgarstjórin eisini í Løgtingið

Klaksvíkar Býráð fer nú at atkvøða um Jógvan Skorheim skal sleppa at skal sleppa at vera løgtingsmaður afturat tí at hann er borgarstjóri

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, er eisini valdur løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri. Og í morgin fer býráðið í Klaksvík at atkvøða um hann skal sleppa at røkja bæði størvini.

 

Undanfarna býráð noktaði honum at taka sæti á Løgtingið, tí tey hildu, at Klaksvík hevði brúk fyri einum borgarstjóra burturav.

 

Men nú er støðan í býráðnum munandi broytt, tú nú hava flokkurin hjá borgarstjóranum, Nýtt Sjálvstýri, og Javnaðarflokkurin, einsamallir meirilutan í Klaksvíkar býráð við ávikavist fýra og tveimum býráðslimum.

 

Og nú hevur Jógvan skorheim søkt býráðið um loyvi at røkja báðar sessirnar, og tað er óhugsandi at hansara egni flokkur gongur ímóti tí.

 

Samstundis hevur Javnaðarflokkurin bæði í Havn og á Tvøroyri loyvt sínum borgarstjóra at hava sæti á Løgtingi. Tí hevði tað eisini verið heilt óvæntað, skuldi Javnaðarflokkurin í Klaksvík havt eina aðra støðu.

 

Annar býráðslimurin fyri Javnaðarflokkin í Klaksvíkar Býráði, Tummas Lervig, hevur eisini longu sagt fyri okkum, at hann hevur einki ímóti, at Jógvan Skorheim eisini røkir tingsessin.

 

Sostatt er onki at ivast í, at Jógvan Skorheim eisini sleppur at røkja tingsessin afturat arbeiðnum sum borgarstjóri í Klaksvík.