Nú sleppa útróðrarmenn frá at kryvja

Stendur tað upp til Sandoy Seafood, so fara teir í næstum at taka í móti ókruvdum, blóðgaðum og niðurkøldur fiski frá útróðrarbátunum, fyri at útnytta innvølin.

 

Stendur tað upp til Sandoy Seafood, so fara teir í næstum at taka í móti ókruvdum, blóðgaðum og niðurkøldur fiski frá útróðrarbátunum, fyri at útnytta innvølin.

Framtíðin verður kanska eitt sindur lættari hjá útróðrarmonnum, ella verða tað færri menn við útróðrarbátunum, verður ein ætlan, sum Sandoy Seafood, Kósin, Faroe Seafood og Heilsufrøðiliga Starvsstovna fyrireika, veruleiki.

Í dag verður innvølurin vanliga tveittur út aftur. Bara rognini verða tikin og tey hava sera góðan prís í dag. Men pengar kunnu vinnast burtur úr maganum, úr livrini og øðrum í innvølunum, er hesin feskur og daggamal. Tí er útróðrarfiskurin upplagdur í nýggju ætlanini.

-Ætlanin er, at útróðrarmenninir einans skula blóðga og goyma fiskin í ísvatni. Vit skulu kryvja fiskin á landi fyri at fáa mest møguligt burturúr innvølunum, segði Egil Olsen á fundi á Fiskirannsóknarstovuni í gjár, har úrslitið av fiskirannsóknunum fyri í fjør varð lagt fram.


Marknaðurin er longu til

Tað sum er hugaligt við nýggju ætlanini er, at menn skulu ikki út at leita eftir einum nýggjum marknaði. Góður marknaður er longu fyri ætlaðu úrdráttunum.

-Ætlanin umfatar at gagnnýta livur, rogn, sil og magar og her er longu ein konkretur marknaður.Vit velja útróðrarfisk, tí góðskan hevur alt at siga fyri innvøl. Fiskurin verður betri, um útróðrarmaðurin sleppur frá at kryvja. Hann verður niðurkøldur so hvørt sum hann kemur á dekkið og liggur í kuldanum til hann verður landaður. Útróðrarfiskur hevur í dag ójavna góðsku. Teir sum ansa best eftir og køla so skjótt sum gjørligt hava bestu góðskuna. Verður fiskurin køldur beinanvegin uttan af verða kruvdur, so verður góðskan javnari og betri, segði Egil Olsen, Sandoy Seafood.

-Rávørukostnaðurin hjá einum virki er 75 prosent av útreiðslunum, tí snýr tað seg um at fáa mest møguligt burturúr rávøruni og tað kunnu vit við at virkini kryvja útróðrarfiskin sjálvir, sigur Egil Olsen.

Livurin skal nýtast til lýsi og eisini niðursjóast. Rogn kann nýtast til niðursjóing og verða pakkað í gløs sum kaviar. Maganir kunnu nýtast til proteinframleiðslu, sum kann nýtast til mangt og hvat.