Nú sleppa svínoyingar skjótt undan at dragsa

Eg síggi tað sum eina av mínum fremstu uppgávum, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum

 

Nú skal ferjurkrái gerast á bryggjuni, soleiðis at bilar kunnu koyrast í land í Svínoy.

 

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Í Svínoy, sum í øðrum útoyggjum, er tað til stóran ampa, at bilaferjur ikki sleppa til, so at bilar kunnu koyra í land. Tískil skal allur farmur lossast á keiina, umskipast og førast víðari.

 

Í eina tíð hevur verið tosað um at gera ein ferjuskráa í Svínoy, so at bilur kann koyra íland har. Higartil er tað ikki vorðið til annað enn prát, men nú skal tað vera, tað er einki sum eitur, sigur Henrik Old.

 

Eitt eru tey privatu húsarhaldini, sum noyðast at baksast við oljutunnur, byggitilfar og allan annan farm, men Henrik Old vísir eisini á, at smoltstøðin í Svínoy hevur fingið nýggjan eigara.

 

– Eg síggi tað sum eina av mínum fremstu uppgávum at virka fyri at hann fær so góðar umstøður at virka undir, sum gjørligt, sigur landsstýrismaðurin.

 

Ber tað til at fáa lív aftur í smoltstøðina, so at tað kann skapa nøkur arbeiðspláss, er tað eitt rættiligt frambrot fyri eina útoyggj, sum Svínoy.

 

– Tí føli eg tað sum eina stóra ábyrgd, at fáa skipa so fyri, at hann fær tað so lagaligt sum gjørligt og tí tí sambandi er tað ein veldugur fyrimunur, at ein bilur kann koyra íland og á støðina við tí, hann skal brúka í framleiðsluni.

 

Tað fer at rudda fyri, at Sam kann gera ein túr út í Svínoy við jøvnum millumbilum, við farmi, sum skal koyarast í land, sigur landsstýrismaðurin.

 

Henrik Old sigur, at hann fylgir væl við og tað er greitt, at hetta málið skal avgreiðast, áðrenn og lang er útliðið í heyst.