Fyrst í desember letur skoytibreyt upp á Biskopstorginum í Klaksvík, hetta váttar Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fyri in.fo í dag.
Skoytibreytin, ið verður á leið 300 fermetrar í stødd verður knýtt at nýggju sjóhitaskipanini í kommununi.
- Vit brúka sjóhitaskipanina til at køla skoytibreytina við, og av tí sama verður tað ein bílig skipan, sigur Jógvan Skorheim.
- Tað sum rennur út aftur, tá sjóhiti verður tikin inn úr sjónum er á leið trý stig kaldari enn sjógvurin. Hetta verður leitt inn í skoytibreytina, og kølt til kuldastig. Tað merkir, at einasta orkan, sum man skal brúka, er at køla frá trimum stigum til kuldastig, sigur hann.
- Alt túnið í miðbýnum er flísalagt, og rørini liggja undir flísinum. Tá man skal brúka skoytibreytina, verður trýst á ein knøtt, og so frystir alt til eftir á leið tveimum døgum. Ikki er neyðugt at seta breytina upp ella taka hana niður aftur á hvørjum ári, greiðir Jógvan Skorheim frá.
Ætlanirnar um at gera skoytibreyt í Klaksvík eru ikki nýggjar, tí tá sjóhitaskipanin varð gjørd fyri miðbýin í Klaksvík, var eisini ætlan løgd um skoytibreyt.
- Vit hava ikki tosað alment um skoytibreytina fyrr, tí tað eru fleiri ting, ið skulu fáast upp á pláss fyrst, sigur hann.
Nágreiniliga hvønn dag breytin letur upp veit Jógvan Skorheim ikki enn.