Í annaðkvøld klokkan 19 verður kunningarfundur fyri øllum áhugaðum í útstykkingunum á Fríðufløtum og við Hálsatjørn í Sjóvar kommunu.
- Fundurin var upprunaliga ætlaður teimum, sum eru á listanum til grundstykki hjá Sjóvar kommunu, men vegna øktan áhuga fyri útstykkingunum, hava vit valt at gera fundin almennan og bjóða øllum áhugaðum við.
Tað siga tey í Sjóvar kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at á fundinum verður kunnað um arbeiðið við útstykkingunum og um byggisamtyktirnar fyri bæði økini, umframt at kunnað verður um mannagongdina, tá fólk skulu velja sær grundstykki.
Í Sjóvar kommunu siga tey, at nýggju útstykkingarnar fevna um tilsamans 53 grundstykkir.
- Sambært sáttmála við Kreton verður útstykkingin á Fríðufløtum liðug í 2018, útstykkingin við Hálsatjørn (norður) verður liðug á vári 2019, og við Hálsatjørn (suður) verður liðugt fyri árslok 2019.
Upplýst verður, at í dag eru 39 fólk á listanum til grundstykki í Sjóvar kommunu.
- Ynskir tú at koma á listan, ert tú vælkomin at skriva til Sjóvar kommunu á sjk(at)sjovar.fo, og tilmeldingargjaldið fyri at koma á listan er 30.000 krónur.
At enda verður lagt aftrat, at tilgongdin at velja sær grundstykki byrjar eftir fundin í morgin, tá tey fremstu á listanum fáa boð um at velja sær grundstykki.









