Nú sleppa danir ikki at skiljast í skundi

Eiga hjúnini børn, so ber ikki longur til at skunda sær at skilast í Danmark

Í morgun hava allir flokkarnir í Fólkatinginum gjørt semju um at broyta reglurnar um hjúnaskilnað. Sum ein liður í broytingini, kunnu donsk hjún við børnum ikki longur skiljast í skundi, ynskja tey tað. Ístaðin skulu tey nú separerast í tríggjar mánaðir, áðrenn tey sleppa at skiljast. 

 

 

Nú eru reglurnar soleiðis, at pør kunnu lata seg skilja á netinum við at rinda 420 krónur og at brúka nem-ID. Soleiðis hevur tað verið seinastu fimm árini, síðani seks mánaða seperatiónstíðin varð tikin burtur. 

 

 

Nú veður separatiónstíðin aftur ein liður í hjúnaskilnaði í Danmark, men nú er tíðin stytt niður í tríggjar mánaðir. Í semjuni stendur, at hendan tíðin er ásett, fyri at geva foreldrum tíð at hugsa seg um í. 

 

 

Í Føroyum er separatiónstíðin seks mánaðir, um hjúnini eru samd og eitt ár um ósemja er.