Nú slapp Løgtingið heim - fyribils

Tinglimir fáa frið í nakrar vikur, men so skal eitt stórmál avgreiðast

Løgtingið er nú farið heim og seinasti tingfundur í hesum umfari, var í dag. Sum skilst fer Løgtingið nú í feriu í nakrar vikur.

 

Men so skal Løgtingið hittast aftur seinni í juni, ella fyrst í juli at avgreiða eitt tað størsta málið av øllum, nevniliga fiskivinnunýskipanina. Men tað eru eisini onnur mál eftir at avgreiða.

 

Sostatt verður tað kanska meiri ivingarsamt hvussu verður við feriu hjá fleiri av tingfólkunum, tí nú skulu nevndirnar til arbeiðis at avgreiða tey málini, sum eftir eru.

 

Serliga fær Vinnunevndin nógv at gera, tí hon skal viðgera uppskotið um at nýskipa fiskivinnuna. Í kvøld segði Bjarni Hammer, formaður í Vinnunevndini, við KvF, at vit kunnu koma út í juli, áðrenn tað arbeiðið verður liðugt. Tað er eisini greitt, at onkrar tillagingar kunnu gerast enn, men bulurin verður ikki broyttur nú

 

Tað er í øllum førum greitt, at fiskivinnunýskipanin, og hini uppskotini, sum eru eftir, skulu vera samtykt á Ólavsøku, tí tá endar tingárið, og tey mál, sum ikki eru avgreitt tá, fella burtur.