Nú skulu vit sláa til

??Føroysku badmintonspælararnir vóru ovurfegna um hattrickið sunnudagin, og nú hava tey vónir um røkka heilt fram á gullplássið í liðkappingini??

Badminton

?

Tað var rættiligt fjarðarok í badmintonlegunum hjá Guernsey, Jersey og Minorka, tá ið føroysku badmintonspælararnir í gjár pløgdu alla mótstøðu ígjøgnum í liðkappingini.?Føroyar spældu tríggjar dystir, og Føroyar vunnu allar dystirnar væl og virðiliga. Einki mótstøðulið kundi standa føroysku spælarunum kurl, og Føroyar vunnu eitt hattrick av 4-1 sigrum.?- Vit eru ótruliga væl nøgd við úrslitini í dag. Vit høvdu vónir um, at vit fóru at klára okkum væl, men tú skalt altíð verða klárur til dystirnar, og tað vóru vit, segði Brynhild Carlsson, sum er ein av spælarunum á landsliðnum í badminton.?Eisini Aksel Poulsen var fegin um avrikið á fyrsta leikdegnum – og ikki minst um sigurin á tí vanliga sera sterka liðnum av Guersney.?-Tað hevur verið nakað av útskifting á liðnum hjá Guernsey. Nakrir av teimum gomlu spælarunum eru farnir burturav, og nú megna vit at vinna á teimum, sum eru eftir á liðnum ,og tað nú, at vit skulu traðka til, sigur Aksel Poulsen.??Strævin liðkapping?Tað krevur sín mann og sína kvinnu at verða við í slíkari kapping, sum føroysku badmintonspælararnir tóku lut í sunnudagin. Tríggir landsdystir vóru á skránni sama dag, so spælarnair skuldu fleiri ferðir fyrireika seg, manna seg upp og vinna, og síðani hvíla til eina nýggja uppgávu. Summir spælarar spældu bæði einmansleik og tvímansleik, men tað var eingin slingur í valsinum.?- Tað er øgiliga hart mentalt at verða í høllini allan dagin, men vit royna at fáa nakrar pausir, har vit fara inn í eitt rúm og hvíla okkum, sigur Aksel Poulsen.?Og hóast tað kann verða órógvandi at skula skifta millum einmansleik og tvímansleik, so ber tað til.?- Vit eru von við at spæla bæði einsamøll og saman, so tað ber væl til. Men sjálvandi skalt tú líka umstilla teg frá einmansleiki til tvímansleik, tí tað eru ikki tær somu reglarnar, sum eru galdandi, men tað ber eisini til, sigur Brynhild Carlsson. ??Kunnu røkka?Føroysku badmintonspælararnir hava rættiliga fingið mót um eitt gott úrslit í liðkappingini eftir flottu og sannførandi sigrarnar sunnudagin.?- Vit kunnu røkka heilt í finaluna í liðkappingini. Vit hava eitt sera sterkt lið, og vit hava vilja til at vinna, so tað er ikki ógjørligt, sigur Brynhild Carlsson.?Umframt liðkappingina í badminton, verða eisini kappingar í einmansleiki og tvímansleiki.?- Vit hava møguleika at vinna onkur heiðursmerki, men eg ætli mær ikki at seta tal á, hvussu nógv heiðursmerki vit skulu vinna, sigur Aksel Poulsen.???Myndatekstur:??Føroysku badmintonspælararnir funnu rættiliga flogið á fyrsta leikdegnum í liðkappingini?Mynd: Álvur Haraldsen?

 

 

-------

 

Fakta??Føroyar spældu tríggjar innleiðandi dystir í liðkappingini í badminton??Føroyar-Guernsey 4-1?Føroyar-Jersey 4-1?Føroyar-Minorka 4-1??Føroyar vann sín bólk og spæla hálvfinalu mánadagin kl. 11.00?