Nú skulu vit hava eina føroyska lóg um vælferð, sum skal koma ístaðin fyri forsorgarlógina. Tað er endamálið við einum uppskoti, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, ætlar at leggja fyri Løgtingið í heyst.
Uppskotið, sum er eitt tað mest umfatandi, Løgtingið nakrantíð hevur viðgjørt, er sent áhugaðum pørtum við viðmerkingar, áðrenn tað verður orðað endaliga og lagt fram.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at hetta er eitt lið í ætlanini hjá samgonguni at laga vælferðarskipanina til føroysk viðurskifti og at fremja nýskipanir á almannaøkinum, sum skulu tryggja øllum borgarum góða tænastu, rættartrygd og møguleikar at liva og virka í Føroyum. Sjálv heldur hon, at hetta er eitt nýbrot í føroyskum almannapolitikki.
– Endamálið við uppskotinum er at fáa eina føroyska lóg um vælferð, ið lagað er til føroysk viðurskifti í einum. Endamálið er eisini at seta út í kortið, hvussu ein stórur partur av føroysku vælferðartænastunum verður skipaður frameftir.
Endamálið við uppskotinum er eisini at brynja føroyska vælferðarsamfelagið til tær avbjóðingar, ið longu eru og ikki minst standa fyri framman.
– Fólk liva longur, viðgerðarhættir gerast alsamt betri, og yvirhøvur er semja um, at fólk ikki skulu verða á sjúkrahúsi í langa tíð, men skulu heldur hava tænastur í nærumhvørvinum so leingi sum gjørligt. Samstundis gerast alsamt færri skattgjaldarar at rinda fyri vælferðartænasturnar.
– Tí er neyðugt at skipa vælferðartænasturnar soleiðis, at so nógv sum gjørligt kunnu vera í arbeiði.
Ein av høvuðstættunum í uppskotinum er tískil, at veitingar og tænastur skulu veitast við tí fyri eyga at gera borgaran meira sjálvhjálpnan, so at hann kann halda fram arbeiða.
Eisini leggur uppskotið upp fyri, at familjur, sum hava barn við breki, skulu stuðlast, so at tey kunnu varðveita arbeiðið. Somuleiðis verður lagt upp fyri, at makin hjá einum við skerdum arbeiðsevnum skal fáa neyðuga hjálp til at taka sær av sínum so leingi sum gjørligt.
Harumframt er ætlanin, at borgari skal fáa viðlíkahaldsvenjing fyri at fyribyrgja, at viðkomandi noyðist av arbeiðsmarknaðinum, ella skal hava umfatandi tænastur frá Almannaverkinum.










