Nú skulu vegirnir í Hovi hava navn

Hovbingar fáa nú høvi at koma við uppskotum um, hvussu vegir og gøtur í bygdini skulu nevnast

Gøtunøvn

Nú skulu eisini vegir og gøtur í Hovi hava nøvn.
Tað er lóg, at allir vegir í bygdum og býum skulu hava nøvn og nú ætla eisini hovbingar at taka stig til at hendan løgtingslóg kann haldast.
Tað er sera óheppið, at so fáar bygdir og býir hava gøtunøvn, serliga tá ið talan er um neyðsendarørindi, har lækni, sjúkrabilur ella brandbilur, sum ikki altíð eru staðkend, skulu finna eini hús í eini knappari vending.
À bygdaráðsfundi hevur bygdaráðið í Hovi samtykt senda skriv í øll hús í Hovi, har borgararnir fáa høvi til at koma við uppskotum um, hvussu vegir og gøtur skulu kallast.
Tá ið nøvn skulu setast á vegir og gøtunøvn, hevur bygdaráðið fingið nakrar leiðbeiningar frá Matrikkulstovuni um, hvussu tað eigur at verða gjørt.
Eitt nú verður mett, at tað er óheppið, at sama vegastrekkið hevur fleiri nøvn.
Sum dømi um áhepnað navnagerð, nevnir Matrikkulstovan strekkið frá Vesturkirkjuni í Havn, yvir í Bøkjarabrekku.Her er talan um sama vegastrekki, men tað hevur ikki færri enn seks nøvn: Framvið kirkjuni eitur tað Á frælsinum, sjálvt svingið eitur Mattalág, so kemur J. Paturssonargøta, Niels Winthersgøta, Steinatún og at enda kemur sjálv Bøkjarabrekka.