Nú skulu ávísir bilførarar ansa eftir nummarplátuni

Í næstum fer løgreglan at taka nummarpláturnar av hundraðtals bilum

Nú er stundin komin hjá bileigarum at kanna um teir hava nakra ógoldnað rokning frá Akstovuni liggjandi.

Løgreglan hevur nevniliga nú sent løgregluni ein lista við nummarplátuni á heili 527 bilum, sum ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár í ár. Og í hesum sambandi hevur Akstovan biðið løgregluna taka pláturnar av hesum bilunum.

Tað merkir, at nú fer løgreglan at leita, og tá ið tey koma fram á ein av hesum bilunum, verða pláturnar tiknar.

Akstovan sigur, at hevur eigarin ikki eina kvittan at vísa løgregluni fyri, at vegskatturin er goldin,  verða pláturnar tiknar av bilinum.