- Nú skulu tey seriøsu argumentini á fólkating

Nýggi tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, John Johannesen stillar upp til fólkatingsvalið. Og hann er sannførdur um, at flokkurin fær annað umboðið. - Nú skal vera liðugt við kegli á fólkatingi, sigur hann

Javnaðarval

- Nú hava polarnir í føroyskum politikki sitið nóg leingi á fólkatingi. Nú er neyðugt at ein nýggj rødd verður at hoyra - okkara Javnaðarrødd!
John Johannesen hevur sum so mong onnur havt ein varhuga av at fólkatingsval var í væntu. Og tað kom tí ikki óvart á hann, at valið nú er útskrivað.
- Eg havi gjørt mær mínar hugsanir um arbeiðið á fólkatingi. Og verði eg valdur, so ætli eg mær eisini at fara í eitt fornuftigt samarbeiði til frama fyri okkara land, sigur hann.
John varð ikki óvæntað valdur inn á ting við løgtingsvalið fyri einum ári síðani. Og nú stendur so næsta politiska avbjóðingin hjá honum á skránni.

Kegl og provo
Sambært John hava tey seinastu árini verið merkt av nógvum óneyðugum kegli, tá talan er um føroyskt fólkatingsarbeiði.
- Arbeiðið verið merkt rættiliga nógv av provokatiónum og gartering frá føroyskari síðu. Slíkt er ikki til gagns fyri nakran.
- Nei, nú er tíðin komin til at tey seriøsu argumentini verða hoyrd. Og tey eiga vit í Javnaðarflokkinum, sigur hann.
Flokkurin hevur, eftir hansara meting, góðar møguleikar at fáa umboð í Fólkatingið hesaferð, tí flokkurin hevur løgmann og situr í landsstýrinum og hevur gjørt eitt gott arbeiði har.

Tvær orsøkir
Tað eydnaðist at fáa orðið á John undir Oljuráðstevnuni í gjár. Og í stutta viðtalinum segði hann, at tað eru tvey ting, ið hava medvirkað til at hann nú fer at lata seg stilla upp - tey yvirskipaðu politisku og tey flokspolitisku.
Tá talan er um tey yvirskipaðu viðurskiftini, so hava verið - og eru - nógv mál, ið hava havt tað trupult í samskiftinum millum føroyingar og danir.
Og tað hevur so als ikki verið til fyrimuns fyri viðgerðirnar, at tað hava verið umboð fyri teir báðar politisku polarnar í tjóðskaparspurninginum, sum hava havt umboðan á fólkatingi í seinastuni.
- Hetta hevur ikki verið til frama fyri nakað sum helst. Eg trúgvi hinvegin, at tað er við ikki at provokera at tú kanst fáa nakað burturúr í skilagóðum samráðingum, sigur John.
Tá talan er um viðurskiftini innanflokka í javnaðarflokkinum, so ynskir John at tær yngru kreftirnar í flokkinum fáa møguleikar at koma fram at markera seg.
- Tað er neyðugt at okkara yngru og góðu kreftir verða settar í posisjón, soleiðis at flokkinum eisini verður lív lagað í framtíðini, sigur hann.