Dan Reinert Petersen
Fyri umleið tveimum árum síðani byrjaðu reiðarar at seta kryvjimaskinur í trolaraflotan í heimasjógvi. Nú hava so allir partrolarar og nakrir lemmatrolarar fingið hetta neyðuga amboðið, sum skuldi verið komið umborð fyri minst 25 árum síðani.
Og tað er ikki av alski til manningarnar, at henda sjálvsagda íløga er gjørd, men tað kann eg venda aftur til seinni. Um maskinuna er at siga, at hon bustar innvølin úr fiskinum, so livur og rogn verða pettað sundur.
Nú hendir tað løgna, at eitt massivt krav kemur úr landi um, at livurin skal førast til lands. Fyrstur at reisa spurningin í løgtinginum er Bill Justinussen. Honum á baki koma Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen við uppskoti um, at livurin skal førast til lands. Og sum rosinan í pylsuendanum kemur so Marius Dam og knýtir rognini upp í málið. Sum skilst eru einar 12 atkvøður í Kovanum. Felags fyri nevndu persónar er, at teir als ikki kenna til tær umstøður, sjófólkið livir undir. Ongin av teimum hevur sæð upsa sprakla. Hóast tað, so hava tey fingið eitt orðaskifti í gongd. Og tað, sum stendur eftir, er, at dekkarin er ódugnaligur og dovin, blakar virðini fyri borð. Hann stendur jú við gørnini í hondini og tímir ikki at taka livrina. Sjómaðurin átti at skift hugburð, er niðurstøðan. Hetta kjakið hevur ta slagsíðu, at ongin, ikki ein, hevur tikið sjómannin í forsvar. Hvar er Fiskimannafelagið? Hvør tímir at standa móður og ovvekraður og gera eitt arbeiði, sum einki fæst fyri? Als ikki Bill, Tobbi, Heidi ella Marius.
Bjørn Kalsø hevur gjørt eina roynd at fremja livratøku og hevur sett í verk eina skipan, sum lønar reiðarum, sum avreiða livur. Sæð í ljósinum av superliberalismuni, ið ræður, er hetta jú beinleiðis stuðul frá landinum. Góður borgarligur politikkur, sum lønar reiðarunum fyri eitt arbeiði, sum dekkararnir gera. Og hvat sigur tann altíð skrásikri Jan Mortensen í Vinnuhúsinum til, at landsstýrið keypir rávøru til eitt virkið á Eiði og betalir við fiskidøgum?
Í Sosialinum 5. sept. hevur Áki Bertholdsen prát við ein sera ónøgdan Egil Olsen stjóra á livravirkinum, sum ikki fær rávøru. Yvirskriftin er bondsk: »Tá ið gularótin ikki hjálpir, má pískurin fram«(!). Hann er av tí áskoðan, at skip og bátar skulu hava skyldu at taka innvøl til lands í tann mun, keyparar eru til hesa rávøru. Annars skulu tey revsast. Ikki eitt orð um tað loysir seg hjá teimum, sum hava stríðið. Hvat sigur vinnuhúsið til slíkan handilsskap? Tað nyttar lítið at hanga eina gularót niður fyri nøsina á reiðarunum og so vænta, at manningarnar fegnir fara at draga vognin. Summir reiðarar hava roynt at trýst, men dekkararnir hava orkað at staðið ímóti. Annars er Egil Olsen samdur við seg sjálvan í, at livraprísurin, hann sjálvur hevur ásett til 5 kr. kg, ikki er ov lágur. Í mun til tað eykaarbeiði, tað er at taka livur, vildi eg mett, at kiloprísurin er einar 30-40 kr ov lágur. Tað er óforskammað at tosa um hugburðsbroyting.
Annars áttu teir, ið hava stovnað livravirkið á Eiði, at kent fortreytirnar, áðrenn teir byrjaðu. Fyri nøkrum árum síðani var eitt livravirki í Gøtu. Tað steðgaði upp eftir fáum árum av somu trupulleikum, sum Egil Olsen er komin sær í. Teir í Gøtu hóttu tó ikki við koyrlinum, men hava víst sín dugnaskap við Høvdavirkinum í Leirvík.
Tann 14. sept. er aftur ein rísin maður í Sosialinum. Nú er tað fyrrverandi løgtingsmaður og fyrrverandi vinnulívsmaður (hann hevur jú sagt alment farvæl) Atli Hansen, sum fortelur okkum, at tað er lógarbrot at blaka garnar fyri borð. Til hetta er at siga, at heimaflotin ella ísfiskaflotin ongantíð hevur ført garnar til lands, og at gera sjófólk til brotsmenn av hesi orsøk er tað reina vrøvl. Annars er greinin merkt av, at Atli kennir ikki tey viðurskiftir, hann skrivar um. T. d hetta brotið: »Tað er fyri mær nakað undarligt í, at man kryvur ein upsa, førir tann sløgda upsan til lands og selur hann fyri 3-4 kr kg., men livrina til 5-8 kr og rognini til 25-30 kr blakar man í havið aftur. Her er okkurt spinnandi galið«. Tað, sum er galið, er, at Atli veit ikki, hvat hann skrivar um, og tølini hann nýtir eru skeiv. Upsalivur kostar ikki 5-8 kr. kg, men 5 kr og hevur verið nógv bíligari. Upsarogn kosta ikki 25-30 kr, men bert ein lítlan brotpart av tí.
Sakin er tann, at menn hava ikki stundir til hetta virðisleysa eykaarbeiðið. Livratøkan tarnar reinsingini eini 33%. Menn standa t. d. og reinsa í 18 tímar, sum als ikki er óvanligt. Skulu teir taka livur, tekur reinsingin 24 tímar. 33% eykaarbeiði og 7% meira úrtøku. Aftrat kemur, at menn eru fokkaðir av arbeiði og svøvnloysi. Ein roknimeistari sum Atli Hansen átti at skilt, at hetta hongur ikki saman.
Víðari sigur Atli: »Reiðarin hevur - eins og samfelagið - møguleika fyri revsing av monnum, sum blaka tilfeingi fyri borð«. Hetta er sum ein primitiv rødd úr miðøldini! Og sjómenn eiga at fegnast um, at hesin vinnulívsmaðurin er fyrrverandi.
Veruleikin er tann, at tað er hart lív at vera trolaramaður undir Føroyum. Við partrolara, har ikki verður gingið vakt, er tað ekstremt hart. Eitt døgn ella hálvt annað í oljuklæðum er ikki óvanligt, og onki skil á skaffitíðum. Matur og hvíld kemur altíð í aðru røð. Sleppur dekkarin so í koyggjuna eftir eitt slíkt tørn, so veit hann ikki, um hann fær ein hálvan tíma ella 5 tímar hvíld. Ongantíð longur. Í borðskuffuni í messuni hava pínutablettirnar sítt fasta pláss. Panodil, kodimagnyl og ibroprofen verður etið sum sukurmolar orsaka av pínu í armum og akslum. Tað er klárt, at slíkar umstøður ganga út yvir heilsuna, og nógvir mans gevast eisini í góðum árum, niðurslitnir. Tað er løgið, at kommunulæknin Marius Dam er óvitandi um hetta.
Tað eru hesar menn, Egil Olsen og Atli Hansen vilja hava revsaðar. Tað eru hesar menn Bill, Heidi, Tobbi og Marius vilja hava dømdar til trælaarbeiði. Sjómenn eru fáorðaðir um egin viðurskiftir, men tað er klárt, at onkur »bøllutur« fellur í messuni yvir slíkt ørvitistos.
Tað er heilt óskiljandi, at arbeiðsumhvørvi ella arbeiðsumstøður hjá trolaramonnum undir Føroyum hvørki hevur áhuga hjá Fiskimannafelagnum og enn minni hjá Reiðarafelagnum. Tá ið partrolingin byrjaði fyri einum 25 árum síðani, royndu føroyskir trolbátar í Eystursjónum. Allir høvdu kryvjimaskinu umborð. Teir royndu jú saman við útlendingum. Hetta hava reiðarar undir Føroyum ikki hildið verið neyðugt. Sáttmálin hevur tað stóra brek, at arbeiðstíðin umborð ikki kostar reiðaranum nakað. Um dekkarin slítist 18 ella 24 tímar um døgnið hevur ongan týdning fyri reiðarar, og tað hava teir so skammiliga víst í verki.
Tey nýggjastu trolarapørini, tey, sum komu eftir 2000, høvdu onga kryvjimaskinu og vóru tey síðstu, ið fingu hana. Hetta vísir viljan. Hinvegin høvdu menn eitt wc í part.
Reiðarin hevur sjálvandi hildið tað havt størri týdning, at manningin øll kundi loysa sær buksurnar í senn heldur enn at lætta teimum um slitið við automatisering. Nei, arbeiðsumhvørvið umborð hevur als ongan áhuga hjá slipsafólki. Tí standa manningarnar á »Betabátunum« undir opnum himli og arbeiða árið runt og í øllum veðri.
Sum sagt, so var tað ikki av kærleika til fólkið at kryvjimaskinurnar komu umborð. Upsaprísurin fór í botn, heilt niður í eina kr. kg. Menn høvdu ikki ráð at vera burtur, og onki samband var millum knossið og inntøkuna. Skuldu skipini ikki liggja mannleys, mátti kryvjingin, hetta møðsama arbeiðið, rationaliserast burtur. Og so kemur Atli Hansen sum ketta upp úr høvdatrog ella sum »en røst fra graven« og sigur: »Man hevur við kryvjimaskinum burturrationaliserað eitt inntøkupotentiali«.
Livurin hevur sama virði fyri sjómannin sum ullin fyri bóndan. Stríð og ongir pengar.
Skal ullin lóggevast til høldar?
Kryvjimaskinan er størsta vælsignilsið, ið er hent sjómanninum í nýggjari tíð. Verður lóggivið, at livurin skal í land, má maskinan steðgast, og so eru skipini mannleys. Tað fær ikki verið øðrvísi. Tann gamla tíðin skal ikki koma aftur.