Nú skulu humanistarnir skipast í felag

Ofta verður sagt, at føroyska samfelagið er stirvið, konservativt, snævurskygt og ov átrúnaðarligt. Samdur ella ei, so eru nøkur, ið nú taka stig til at fara at virka fyri at føra Føroyar longur á humanistisku leiðini, tí nú verður Humanistafelag Føroya sett á stovn.

 

- Felagið skal hava til endamáls at virka fyri humanistiskum virðum í samfelagnum og at menna humanismu sum lívsáskoðan í Føroyum. Somuleiðis ynskir felagið at verja nøkur ítøkilig virði og rættindi, sum viðkoma humanismu - harímillum at verja menniskjarættindi og javnrættindi, skriva fyriskipararnir.

 

Stigtakararnir siga seg ynskja at virka fyri verðsliggerðing av samfelagnum, har ímillum at skilja stat og átrúnað.

 

- Felagið ynskir eisini virka fyri at styrkja fólkaræði, javnrættindi og felagsskap, og at styrkja borgarlig frælsi; harímillum savningarfrælsi, framsøgufrælsi, talufrælsi, trúarfrælsi og felagsfrælsi, siga tey.