Nú skulu gøturnar í Vági eisini hava nøvn.

Býráðið fer nú at útskriva kapping um, hvussu gøtur í Vági skulu eita

Býráðið í Vági hevur arbeitt við málinum í eina tíð.

Og á býráðsfundinum í Vági seinasta mikukvøld, varð gjørt av at gera eina almenna hugskotskapping um, hvussu gøtur og vegir í Vági skulu eita.

Ætlanin er so at lata virðislønir fyri tey bestu uppskotini.

Nevnd vóru upphæddir upp á 2.500 krónur í fyrstu virðisløn, 1.500 krónur í aðru virðisløn og 1.000 krónur í triðju virðisløn.

Tekniska nevnd skal nú seta nakrar høvuðskarmar fyri gøtunøvnini, eitt nú í sambandi við býlingar o.s.fr. Somuleiðis er tað ein spurningur um høvuðsvegurin í Vági, sum á mannamunni bara verður nevndur Niðarivegur, skal hava eitt navn, hóast hann gongur ígjøgnum alla bygdina, ella um hann skal hava fleiri nøvn.