Nú skulu føroyingar byrja at rinda sjálvir

Danska stjórnin hevur aftur nú staðfest, at Føroyar kunnu ikki fáa sjálvstøðugan limskap í Norðurlandaráðnum

Føroyingar kunnu ikki fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Tað hevur danska stjórnin enn eina ferð stðafest.

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, hevur spurt danska ráðharran í norðurlendskum samstarvi, Flemming Møller, hvørja støðu, hann hevur til støðu Føroya í Norðurandaráðnum.

Og hann svarar, at føroyska støðan í Norðurlandaráðnum skal vera eftir Helsingforssáttmálanum, sum sigur, at tað bara eru sjálvstøðug lond, sum kunnu verða fullgyldugir limir í Norðurlandaráðnum.

Men ráðharrin sigur eisini, at danska stjórnin hevði stuðla eini ætlan um at styrkja føroyska leiklutin í Norðurlandaráðnum, so at føroyingar fáa størri rásarúm í núverandi skipan.

Og tað er Edmund Joensen nøgdur við. Hann heldur, at tað er sjálvsagt, at ein og hvør avgerð um altjóða føroyskan limaskap, skal takast innan fyri karmunum av okkara felags grundlóg. Hann heldur eisini, at vit eiga at hyggja at Helsingfors-avtaluni, sum er nuverandi karmur um norðurlendska samstarvið, sigur hann í eini viðmerking.

Hann sigur, at ein loysn eigur at verða funnin hesum viðvíkjandi og hann heldur, at nú eiga føroyingar at vísa initiativ og fara undir at gjalda fyri okkara egnu umboðan.

Edmund Joensen vísir á, at umframt støðufesti, eina rødd í norðurlendskum høpi og eitt ment samstarv, hevur Norðurlandaráðið givið Føroyum nógv, serliga á mentanarøkinum har vit millum annað fingu Norðurlandahusið í síni tíð.

– Tíðin er komin til at vit gjalda fyri okkara egnu umboðan, og á tann hátt vísa at ynski um at verða fullgildugur limur, ermeint í álvara, samstundis sum vit gleðast um, at danska stjórnin letur upp fyri, at vit fáa størri rásarúm,  sigur hann.