Tá Sjúrður Skaale tók sæti á fólkatingi fyri Høgna Hoydal/Annitu á Fríðriksmørk, var eitt av hansara avgjørdu málum, at fáa sett í verk eina kanning av, hví føroyingar, sum fara niður til Danmarkar at lesa, ikki koma heim aftur til Føroya eftir loknan lesnað.
Og í morgun varð fyrri partur av tveimum lagdur fram á tíðindafundi í býráðshúsinum í Havn.
Tað eru Høgni Reistrup og Barbara Jacobsen, sum hava staðið fyri kanningini, og tað vóru eisini tey bæði, ið løgdu kanningina fram.
Nógv spennandi, um enn ikki alt nýtt, kom fram í hesari kanningini. Eitt hitt mest markanta, ið kom fram, er, at hugurin at venda heim aftur minkar, tess longri útisetarnir verða varandi í Danmark.
Eitt annað, sum allarhelst mundi taka mong á bóli var, at tað, ið dregur mest niður í Føroyum, er vánaliga veðrið. Tí hóast hetta í sjálvum sær neyvan er høvuðsorsøkin til, at útisetarnir ikki koma heim aftur, so vóru heili 48% sera samd um, at veðrið í Føroyum er ov vánaligt.
Hinvegin halda bara 25% av teimum spurdu, at reglusemið á fogferðsluni hava nakra sum helst ávirkan á val teirra um at koma heim aftur ella ikki.
Fyrsta stig
Talan er sum nevnt um fyrsta stig í kanningini, og hóast Sjúrður Skaale nú ikki er fólkatingslimur meiri, hevur hann tryggja sær fígging til seinna part av kanningini, sum verður liðugur í heyst.
Fyrri partur av kanningini, sum er prentaður í snøggum bóklingi, vísir millum annað, at føroyski tjóðarsamleikin minkar í mun til árini, útisetarnir verða búgvandi í Danmark. Fyrstu fýra árini kenna 87% av teimum spurdu seg sum føroyingar og bert trý prosent kenna seg sum danir. Hesi tøl broytast soleiðis, at millum teirra, sum hava búð 25 ár ella longri í Danmark, kenna 38% seg sum føroyingar og 27% seg sum danir.
Eitt annað mynstur, sum týðiliga gongur fram av kanningini er, at meðan bert 45% av teimum, sum flyta til Danmarkar í lestrarørindum, koma úr Havnini, ynskja 71% at búseta seg í høvuðsstaðnum, tá tey koma heim aftur.
Kanningin er ógvuliga áhugaverd og informativ, og tað ber sum sagt til at fáa hendur á henni í bóklingaformi.
Í kvøld klokkan 20 verður kjakfundur um evnið í Miðlahúsinum.