Nú skulu danir bara eta MSC-merktan fisk

Eitt landsumfatandi átak skal siga dønum, at fiskur er ikki bara fiskur, men at hann skal hava frámerki, sum sigur, at hann er veiddur á burðardyggan hátt

Tað eru tær stóru handilsketurnar Dansk Supermarked, Coop og SuperGros, sum eru við í átakinum, ið er lagt til rættis í samstarvi við Dansk Fiskeriforening og MSC. Átakið umfatar handlar, sum hava 97 prosent av tí danska marknaðinum, og innkeypsleiðarin í Dansk Supermarked væntar, at brúkararnir fara at taka væl ímóti tí.

-Vit eru sannførd um, at nógv, sum longu keypa nógvan fisk, fara at taka tað burðardygga alternativið til sín, sigur Søren Bo Christensen við kringvarpið DR.

Søren Askegaard, sum er professari í brúkaraviðurskiftum, væntar hinvegin, at tað er ein avbjóðing at fáa fólk at keypa tann burðardygga fiskin, tí hann er ikki sunnari enn annar fiskur.

Tveir triðingar av tí fiski, sum verður landaður til matna í Danmark, hevur MSC-góðkenning, og landingarvirðið liggur um eina lítla milliard krónur.