Nú skulu bygdirnar í Kunoynni asfalterast

- Privatfólk hava eisini høvi at fáa asfalt, um tey ynskja tað, siga tey í Kunoyar kommunu.

 

Onkrar bygdir fingu fyrstu ferð asfalt á vegirnar, tá tær í sínari tíð fingu vitjan av kongi, drotning ella prinsum. Soleiðis er ikki meira, tí nú munnu flestu bygdir kring landið hava vegir, sum liggja undir asfalti.

Eitt annað høvi til asfaltering er, tá kommunuval stundar til, men tað merkir tó ikki, at tað bara verður asfaltera tey ár, tá val er. Hinvegin brúktu nógvar kommunur høvið at asfaltera til kommuvalið í 2016.

Men, líka mikið, hvat høvi er - ella, um hetta verður gjørt, tí vegirnir eru slitnir og standa til asfaltering, so er asfaltarbeiði nakað, ið sæst aftur, samstundis sum fólk tá síggja, at tey fáa nakað fyri skattakrónurnar.

Á kommunustýrisfundi í Kunoyar kommunu hin 30. juni í ár varð samtykt at asfaltera bæði í Kunoy og Haraldssundi í 2020, og tað verður Kreton, sum kemur at gera hetta arbeiði í báðum bygdunum í kommununi.

Nú Kreton kortini kemur til Kunoyar at asfaltera, hava privatfólk eisini høvi at fáa asfalt lagt á sítt grundstykki, um tey ynskja tað. - Tey, sum vilja hava asfaltering, kunnu venda sær til Kreton, siga tey í Kunoyar kommunu.

##med2##