Ein ætlan um at byggja í minsta lagi 30 nýggjar íbúðir í Fuglafirði er nú komin so mikið langt, at farast kann undir hesa verkætlan fyrst í nýggja árinum.
Tað eru Fuglafjarðar kommuna, Bústaðir, TN Bygging og Teknistovan í Gøtu, sum í felag hava arbeitt við hesi stóru verkætlan.
Gongst sum ætlað, kunnu fólk flyta inn í fyrstu nýggju íbúðirnar longu í 2019, og eftir ætlan skulu allar íbúðirnar standa lidnar í 2020.
Íbúðirnar skulu byggjast Úti á Land í Fuglafirði.
- Staðsetingin er gjørd í einum sera náttúruvøkrum umhvørvi millum núverandi koyribreyt á Toftanesvegi og sjóvarmálan, har byggingin verður gjørd í tveimum byggistigum við í minsta lagi 15 búeindum í hvørjari eind.
Fuglafjarðar kommuna sigur í kvøld, at íbúðirnar verða millum 60 og 90 fermetrar stórar. Talan er um leiguíbúðir, men møguleiki er eisini fyri, at partur av byggingini verða eigara-og lutaíbúðir.
- Vit hava sett pening av til byggibúningina í fíggjarætlanini fyri 2018, og farið verður undir hetta arbeiðið beinanvegin, soleiðis at klárt er at fara í holt við sjálva byggingina av íbúðunum móti sumri, verður lagt aftrat.










