Nú skulu almennir stovnar avtakast

Stórar broytingar skulu fara fram í næstum, har m.a. Menningarstovan og Ídnaðargrunnurin verða avtiknir, fyri síðani at leggjast undir Vinnumálastýrið. Talan verður ikki um at siga fólk úr starvi, sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður

Tað hevur leingi verið tosað um at avtaka teir smærru stovnarnir so sum Ídnaðargrunnin og Menningarstovuna, og nú er tað veruleiki.

Finnbogi Arge. landsstýrismaður, sigur, at ætlanin er at umskipa nakrar stovnar, men at tað ikki verður neyðugt at siga fólk úr starvi.

? Menningarstovan, har fýra starvsfólk eru, hevur seinastu árini m.a. staðið fyri framsýningum uttanlands, og hevur roynt at fáa viðskiftafólk hendavegin. Sambært samgonguskjalinum skal eitt útflutningráð stovnast.Tað er orsøkin til, at vit nú gera broytigar á hesum øki, sigur Finnbogi Arge.

Menningarstovan fæst annars við virkisskrásetingar, menning av virkjum, og ger tilmæli til Landssýrið í samband við játtanir til grunnin fyri ídnaðarfremjandi endamál, eins og ráðgevur vinnulívinum og førir innaneftirlit.


Útflutningsráð og Vinnumálastýrið

? Vit ætla at lata fleiri av hesum virkisøkjum til útflutningsráðið, og hin partin til Vinnumálastýrið, tí vit halda, at tað kann geva betur úrslit, sigur Finnbogi Arge.

Í grundgevingini fyri at gera hesar broytingar, sigur landsstýrismaðurin, at tað verður gjørt fyri at fáa gjørt meir við tey málsøkini, sum stovnurin hevur umsitið, og fyri at gagnnýta upplýsingar o.a. til tess at gera arbeiðið meira málrættað.

2,2 mió. krónur eru avsettar til útflutningsráðið á fíggjarlógini.

Kjaratan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni, skal frameftir starvast í Vinnumálastýrinum. Landsstýrismaðurin heldur, at hansara servitan kann nýtast meira sentralt í Vinnumálastýrinum, sum eisini hevur brúk fyri teirri vitan og barlast, sum stjórin á Menningarstovuni hevur ognað sær, tey árini hann hevur verið á stovninum.


Høvdu væntað broytingar

Kjartan Kristiansen er júst staddur í Polen, tá vit hitta hann í fartelefonini.

Hann hevur ikki stórvegis viðmerking til tað, sum nú skal henda.

? Vit hava væntað okkum broytingar á økinum. Tær skulu nú fara fram, so har er einki at siga. Spurningurin er at finna røttu loysnina, sigur Kjartan Kristiansen.

? Er hetta rætta loysnin?

? Tað er ikki mín uppgáva at siga tað. Eg skal ráðgeva Landsstýrinum og vinnuni. Tað er mín uppgáva, sigur Kjartan Kristiansen.

Hann viðgongur kortini, at viðskiftafólk í útheiminum hava hildið, at skipanin við Menningarstovuni hevur sett okkum í eina sjáldssama støðu, at sleppa at arbeiða við framtíðar vinnumálum.

? Tað verður øðrvísi nú, men eg veit ikki, hvussu tað verður. Menningarstovan verður ikki avtikin soleiðis við eitt beinanvegin, tí her er lóg galdandi, sum skal takast av.

? Hvat eg skal fáast við í nýggja starvinum, veit eg ikki, men tað verður avgjørt ikki tað sama, sum eg geri nú, sigur Kjartan Kristiansen.


Stjóraheitið hevur

minni týdning

? Tað hevur áður elvt til stríð, tá stjórar i Tinganesi mistu stjórastarv. Hvat heldur tú um ikki at vera stjóri, tá Menningarstovan er avtikin?

? Tað er mest náttúrligt, at tá stovnurin verður avtikin, so er stjórastarvið burtur.

? Tað hevur verið spennandi at verið við hesi árini, men um eg eri stjóri ella okkurt annað, hevur minni týdning.

? Mest umráðandi fyri meg er at gera gagn, og tað kann fyri sovítt eisini vera stuttligt at royna okkurt annað, sigur Kjartan, sum endar samrøðuna við at siga, at einki varir ævigt, og at nýggjar avbjóðingar standa fyri framman.