Nú skulu allir grindamenn á skeið í at drepa grind
Um tvey ár sleppur ongin í grindadráp uttan at hava verið á skeiði fyrst.
Tað ætlar Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Hann ætlar at bróta kunngerðina um grind og ein broyting er, at frá 1. mai 2015, skulu grindamenn hava verið á skeiði fyri at kunna avlíva hval.
Tað er sýslumaðurin, sum skal skipa fyri skeiðnum, har grindmaðurin fær kunning og upplæring um grindareiðskap, drápsháttin, deyðseykenni og lóggávuna um hvalaveiðu.
Sýslumaðurin útflýggjar prógv fyri, at grindmaðurin hevur verið á skeiðinum, og sýslumaður ella grindaformenn kunnu krevja at sleppa at síggja prógvið, áðrenn ein sleppur í grind.
Samstundis er ætlanin, at hereftir skal blásturkrókurin og mønustingarin verða kravdur grindareiðskapur.
Mønustingarin verður kravdur frá 1. mai 2015 og tá er ikki longur loyvt at skera hval á háls.
Tó kunnu vanligur grindaknívur brúkast, men tað skal bara vera í heilt serligum føri, og bara tá ið tað ikki ber til at avlíva hvalin við mønustingararanum. Samstundis skal sýslumaður ella grindaformaður geva loyvi til tað í hvørjum einstøkum føri.
Gamli grindakrókurin, ella sóknarongulin skal eisini bara brúkast í heilt serligum føri og bara eftir loyvi frá grindaformanni ella sýslumanni.
Hans Jacob Hermansen í grindamannafelagnum, sigur, at sum heild tekur grindamannafelagið undir við broytingunum.
Felagið tekur eisini undir við, at grindamenn skulu á skeið, men tað skal ikki vera so, at teir skulu á skúlbonk i dagavís.
Men hann heldur kortini, at tað er rætt, at geva fólki innlit í, hvussu reiðskapurin riggar, so at hann ikki er púra fremmandur fyri grindamannin, tá ið hann skal brúkast.