Nýskipanir í Kina

Kinesiska stjórnin ætlar sær nú at fáa betri eftirlit við landsins bankum og teimum almennu fyritøkunum, sum ikki bera seg.
Ætlanin hjá stjórnini er at skipa fleiri eftirlitsstovnar. Millum annað skal ein nevnd halda eygað við bankunum og kredittfeløgunum, eins og hon skal hava umsjón við tí almenna partinum í fleiri túsund ídnaðar- og øðrum fyritøkum.
Kinesisku myndugleikarnir hava fyrr ásannað, at landsins bankar eiga fleiri túsund milliardir krónur til góðar hjá fyritøkum, sum neyvan verða førar fyri at rinda skuldina. Samstundis hava nógvar almennar fyritøkur havt stórar trupulleikar, og tað hevur havt við sær, at fleiri milliónir fólk eru vorðin uppsøgd. Á landsfundinum hjá kommunistaflokkinum í vikuni ávaraði Zhu Rongji, forsætisráðharri um, at tær nógvu uppsagnirnar kunnu elva til sosialan ófrið. Tí er neyðugt við nýskipanum og øðrum tiltøkum alt fyri eitt, segði hann.