Nýskipaða nýskipanin

Við sjálvstýrissamgonguni í 1998 føddist eisini ein nýskipanardeild á løgmansskrivstovuni at gera starvsfólkapolitikk og skipa nýskapinanirnar í almennu fyrisitingini. Seks ár seinni er lítið av nýskipan eftir at gera

Í tíðini við Edmundi Joensen sum løgmanni varð nýggi almenni bygnaðurin hjá Finn Norman Christensen settur í verk. Ein løgmansstjóri varð settur at stjórna. Hesin var tað fyrsta og kanska mest týðandi embætisfólki í nýggja almenna bygnaðinum. Hendan starvsset-anini gjørdi av álvara greitt, at almenna umsitingini nú skuldi skipast øðrvísi enn áður.
Umsitingin varð nú býtt í stýri og aðalstjórar settir at stjórna hvør sínum. Hvør landsstýrismaður skuldi við hesum eisini hava eitt greiðari ábyrgdarøki, og uppgávubýti skuldi vera lættari at gjøgnumskoða.
Hjálpa til
Við sjálvstýrissamgonguni í 1998, sum onkur vil rópa fyri fullveldissamgongan, varð umskipað fyri at fáa nýggja bygnaðin at hóska sum best. Enn var so stutt fráliðið, síðani Finn Norman var farin av landinum, at hildið var vera best, um ein fyrisitingareind varð sett á stovn fyri at hjálpa fyrisitingarligu nýskipanini ávegis. Hendan deildin fekk forkunnuga heitið nýskipanardeildin, og húsaðist hjá løgmanni og landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum í Tinganesi. Vit hyggja í hesari greinini nærri at nýskipanini av nýskipanini.
Barbara á Tjaldrafløtti varð settur sum deildarleiðari.
? Høvuðsuppgávan var at virka sum sekreteriat í nýggja bygnaðinum og at standa fyri at orða almenna starvsfólkapolitikkin, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
Nýggja landsstýrið hevði í 1998 skipað seg við átta lands-stýrismonnum. Umsitingin var eisini nógv voksin til at átaka sær uppgávurnar í tí vaksandi samfelagnum. Eftir valið í 2002 vóru heili níggju aðalráð - ikki stýri - og níggju aðalstjórar.
All done
Nú seks ár eftir, at føroyska fyrisitingin byrjaði at fáa brøv frá nýskipanardeildini er deildin ikki til longur. Treyðugt so, fólkini á deildini eru enn til arbeiðis á somu deild - men við nýggjum navni.
Vit spyrja, hví so er? Er nýskipanin nú liðug?
? Starvsfólkapolitikkurin eru vit fyri sovítt komin á mál við. Men vit koma nokk ongantíð heilt á mál við nýskipanini, men vit eru komin rættiliga langt, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
Starvsfólkapolitikkur er sovorðið sum almennur setanarpolitikkur, roykipolitikkur osfr. Til at skipa almenna starvsfólkapolitikk varð millum annað skipað fyri stórum fundi, at har eini hundrað fólk úr almennu fyrisitingini luttóku og søgdu sína hugsan um, hvussu starvsfólka-politikkurin skuldi orðast.
Stjórnardeild
Í øllum førum hevur politiski myndugleikin hildið tað skilabesta vera at geva deildini nýggjar uppgávur. Nýskipanardeildin rópast nú fyri stjórnardeildin. Hendan deild og nýskipan hoyra til málsøkini hjá løgmanni.
Stjórnardeildin hevur yvirtikið fleiri av uppgávunum hjá løgmansritaranum, tá nakað kallaði soleiðis. Stjórnardeildin fæst fyri tað nógva við at fyrireika tilfar til landsstýrisfundir og fyrireika hesar fundir eins og aðrar fundir hjá løgmanni. Deildin virkar eisini sum samskipanareind og fæst við førleikamenning í fyrisitingini. Stjórnardeildin ráð-gevur eisini teimum ymsu aðalráðunum í ivaspurningingum av ymsum slag.
? Uppgávan við nýskipan er til enn, men arbeiðsuppgávurnar hjá deildini eru ikki tær somu sum áður, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
Virkar betri
Nú Finn Norman Christensen er við at gerast eitt fjart minni, og glaðu sjálvstýrisdagarnir í 1998 ikki eru fremst í tonkunum, heldur Barbara á Tjaldfrafløtti, at tað hevur gingið bæði skjótt og væl at skipa fyrisitingina.
? Eg eri ikki í iva um, at fyrisitingin virkar nógv betri nú enn áður, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
Hon sigur seg vera rættiliga væl nøgda við arbeiðið hjá nýskipanardeildini og heldur, at tað illa kundi gingið skjótari.
At undirbyggja hesum sjónarmiðum hevur Barbara á Tjaldrafløtti eini kanning, ið varð gjørd millum starvsfólk í almennu umsitingini. Har segði ein stórur meiriluti av teimum, ið svaraðu, at umsitingin nú virkaði betri, og tey vóru væl nøgd við núverandi skipan.
Eitt fólk burturav
Tað er vanliga rættiliga trupult at fáa embætisfólk at siga sína persónligu hugsan um fyrisitingar-mál, og í so máta er deildarleið-arin á stjórnardeildini einki undantak. Vit royna at fregnast, um mann hevur slept endanum ov tíðliga við nýskipan. Er mann nú komin niðaná?
? Alt veldst sjálvandi um, hvat politikararnir vilja hava. Men sjálv haldi eg, at tað hevði verið hóskandi við í øllum førum einum fólki burturav at fáast við nýskipan. Tað kundi eisini verið nýtt fólk útifrá, sum kanska høvdu sæð tingini øðrvísi, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.