Nú skiftir Bergvold til HB

Martin Bergvold hevur í dag uppsagt sáttmálan við italska felagið Livorno – í næstum skiftir hann til HB

Tað hevur ljóða í eina tíð, men nú tykist tað heilt víst. HB fer at fáa tilgongd av fyrrverandi FCK leikaranum, Martin Bergvold, sum seinast hevur spælt fyri italska felagið Livorno.

 

Danska heimasíðan bold.dk, skrivar í øllum førum í dag, at Martin Bergvold og italska felagið, nú eru samd um at steðga samstarvinum, bert fimm mánaðar eftir at samstarvið byrjaði.

 

Martin Bergvold hevur byrja ein dyst inni fyri Livorno hetta tíðarskeiðið, meðan hann er skiftur inn í trimum.

 

Við tað at Martin Bergvold nú steðgar samstarvið við Livorno, bendir í øllum førum á, at tað er nakað um leysasøgurnar, sum seta hann í samband við HB.

 

Tað er væntandi at Martin Bergvold fer at vera kunngjørdur sum nýggjur leikari í HB innan næstu vikurnar.

 

Martin Bergvold, sum er 32 ára gamal, hevur nógvar og góðar royndir. Í nógv ár spældi hann sum fastur fúsur á miðvøllinum hjá FC Keypmannahavn, umframt at hann eisini hevur spælt í Serie A fyri Livorno. Seinastu árini hevur danski miðvallarin tó spælt á einum lægri støðið.