Eftir øllum at døma broyta fótbóltsdeildirnar navn frá komandi kappingarárið at rokna. Sambært skránni, sum FSF hevur latið feløgunum til árliga fundin, sum verður nú leygardagin, so tykist hetta í øllum førum vera eitt av evnunum.
Undir »Broyting í kappingarreglum fyri fótbólt« stendur at lesa, at hesar millum annað snúgva seg um Formula-deildina, 1. deild, 2. deild o.s.fr.
Tað fær illa merkt annað, enn at heitini á deildunum ætlandi skulu broytast samsvarandi teimum broytingum, sum eru sæddar uttanlands.
So er spurningurin, hvørt tað fer at eydnast FSF at fáa feløgini at góðtaka hetta. Sum skilst, so hava feløgini verið nakað firtin um, at býtislykilin av Formula-inntøkunum enn ikki er greitt ásettur. Sagt verður, at á fundinum í vár - tá sponsor-avtalan varð góðtikin - var semja samstundis um, at endaligi býtislykilin seinni skuldi ásetast í samráð við feløgini.
Fleiri feløg siga tó, at tey ikki eru tikin upp á rað, men at tey hava fingið útgoldið 25.000 kr. hvør. Altso íalt 250 tkr. - svarandi til helmingin av árligu stuðulsupphæddini.