Eldrarøkt
Runavík: Eysturoyar Røktar- og Ellisheim skal byggjast út fyri 22 milliónir krónur. Talan er um nýhugsan á røktarheimsøkinum, sigur fysistøðumaðurin.
Ein nevnd, sett av stýrinum fyri Eysturoyar Røktar- og Ellisheim í Runavík er komin við uppskoti um at víðka røktarheimið við 24 plássum, sum umfata bæði vanlig røktarheimspláss og aðrar, ikki fyrr royndar møguleikar.
Tordur Niclasen, fyristøðumaður á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, sigur, at ætlanin umfatar fýra uppvenjingarpláss, tvey pláss til náttilhald, umframt at ætlanin er at hava tvey pláss til bráðfeingis innleggingar. Hini 16 plássinni, útbyggingin fer at umfata, verða til vanligar røktarsjúklingar.
Tordur Niclasen sigur, at Røktar- og Ellisheimið er væl útgjørt við fysioterapi, ergoterapi og einum venjingarhyli. Tilboð verður so til fólk, sum hava verið til uppvenjingar aðrastaðni, men sum av einihvørji orsøk eru givin. Hetta vera ikki permanent tilboð, men ein møguleiki at koma til uppvenjingar einar seks vikur tvær ferðir árliga ella so, sigur fyristøðumaðurin.
Um tørvin á nátttilhaldi sigur Tordur Niclasen, at tað eru fólk, sum klára seg væl um dagin undir vanligum umstøðum, men sum hava tørv á meira vakt um nátina. Møguleiki verður eisini givin í hesi útbyggingini at taka eini tvey slík fólk inn á heimið um náttina.
Eisini verður latið upp fyri møguleikanum at leggja røktarsjúklingar inn bráðfeingis, tá okkurt akutt berst á hjá avvarðandi ella øðrum, sum annars eru um fólk, sum ikki klára seg sjálv. Hesar bráðfeingis innleggingar fara eftir ætlan at vara hægst eina fjúrtan dagar, meðan onnur loysn verður funnin, sigur fyristøðumaðurin.
Hesar nýggju møguleikarnar, Eysturoyar Røktar- og Ellisheim fer undir, nevnir fyristøðumaðurin fyri røktarheimsfyribyrgjandi tiltøk.
Eisini verður hugsað um at fara undir dagtilhald á Røktarheiminum, sigur Tordur Niclasen. Hann sigur, at tørvurin er stórur og alsamt vaksandi, eins og hann er á eldraøkinum yvirhøvur. Hann vísir á, at framrokningar vísa, at talið á pensionistum í Eysturoynni fer at vaksa við knapt 300 fólkum, ella 24%, í tíðarskeiðinum frá 1996 til 2016.
Hendan útbyggingin, sum eftir ætlan verður gjørd á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, fer at skapa munandi fleiri valmøguleikar enn teir, sum í dag eru. Og tørvurin er stórur, sigur Tordur Niclasen.
? Tað er óhugnaligt, sum støðan er vánalig hjá fólki nógvastaðni í dag, sigur hann. Fólk liva í ávísum førum undir beinleiðis mannminkandi umstøðum, sigur hann.
Tordur Niclasen sigur, at hóast eingin avgerð er tikin um byggingina enn, hevur hann góðar vónir til, at hon verður veruleiki. Fundur hevur verið við landsstýrismannin við Almanna- og Heilsumálum, og hann var positivt innstillaður til málið.
Samlaði kostnaðurin fyri útbyggingina verður mettur til 22 millónir krónur, og søkt er um 100 prosent fígging frá tí almenna, sigur Tordur Niclasen.