Ole Wich, sum skapti mikla øsing við Homofobia-flagginum, er farin í holt við eina nýggja verkætlan. Verkætlanin, ið ber heitið »Landnem«, snýr seg um knýta mannakroppin at føroysku náttúruni.
- Føroyska listin hevur havt eina rættiliga stirvna og snævurskygda sjón á føroyska landslagið. So at siga allar føroysku landslagsmyndirnar havi havt eitt standardiserað fjart motiv, og tað er spell, heldur danski listamaðurin, sum fer at gera eina roynd at síggja føroyska landslagið frá einum nýggjum meiri nærverandi sjónarhorni.
Hann vil koma so nær við landslagið, at áskoðarin merkir tað á kroppinum.
Eingin provokatión
Verkætlanin snýr seg ítøkiliga um, at fýra fólk í tvær vikur vitja ymisk útvald støð í Føroyum fyri at gera list. Tey fýra fólkini eru Ole Wich, eitt myndafólk og tvey nakin modellir av hvør sínum kyni. Eingin skal vera føroyingur, og modellirnar skulu heldur ikki hava verið í Føroyum fyrr.
- Fólk, ið møta eitt nýtt umhvørvi fyri fyrstu ferð, eru óspilt. Tey møta náttúruni við einum opnari sinni, og sostatt verður úrslitið reinari og sterkari, metir Ole Wich.
Úrslitið, sum listamaðurin sipar til, er fotomyndir, sum avmynda nakna kroppin í føroysku náttúruni.
Ein freistandi tanki er at meta verkætlanina sum ein provokatión frá Ole Wich, men hesum er danski listamaðurin als ikki samdur í.
- Hetta hevur einki við provokatión at gera. Eg síggi einki provokerandi í at avmynda naknar kroppar. Eg vil gjarna innføra nøkur nýggj meiri nærverandi sjónarhorn í føroysku landslagslistina, sum eftir mínari meting langt síðani er steðgað upp, sigur Ole Wich.
Landslagið og kroppurin
- At knýta kroppin at føroyska landslagnum er upplagt. Tí kroppurin er sum eitt landslag, og føroyska landslagið er sum ein kroppur. Bæði manna- og kvinnukroppur, metir Ole Wich.
Hann sigur seg leingi hava verið hugtiknan av, hvussu útnyrðingssíðan á føroysku oyggjunum við sínum klettum ber brá av maskuliniteti, meðan landsynningssíðan minnir meira um tað kvinnuliga.
- Eg meti heilt vist, at henda kynsliga dimensiónin vantar í føroysku listini. Føroyska mentanin hevur tað jú við at vera bangin fyri kroppinum. Hetta kemst helst av, at kristindómurin hevur havt so sterkar røtur í Føroyum, metir Ole Wich.
Verkætlanin skuldi eftir ætlan byrja í summar, men av ymiskum orsøkum er hon fyribils útsett til næsta ár. Fleiri pengar skulu til, og so vantar Ole Wich eisini eina kvinnuliga modell, men tað væntar hann ikki verður nakar trupulleiki at finna. Mannfólkið er annars funnið. Gongst sum ætlað verða nakrar myndaframsýningar, tá úrslitið er liðugt. Avtalað er gjørd við Bryggjuna í Keypmannahavn og Vesthimmerland Kunstmuseum í Jútlandi. Ætlanin er eisini at sýna fram í nøkrum av Norðurlendsku húsunum.