Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er partur altjóða granskingarverkætlan, sum hevur heitið Craft International, sum er ein verkætlan til frama fyri lokalt handverk og ferðavinnu.
- Endamálið er at finna og fremja tiltøk, har tilfeingið er lokalt siðbundið handverk, sigur Granskingardepilin fyri økismenning
- Talan er um nýskapandi og burðardygga vinnu í útjaðaranum, og bulurin í tiltøkunum er ferðavinna, verður lagt afturat.
Hetta er eitt framhald av verkætlanini, Economussée, ið Granskingardepilin hevur verið við í síðani 2008.
Munurin á nýggju verkætlanina og Economusée er, at tað nú fyriliggur eitt grundleggjandi tilfar, ið skal brúkast til at menna fleiri Economusée tiltøk. Men nú skal ferðavinnan verða ein beinleiðis samstarvspartur
Ein partur av Craft International verður at knýta Economusée tiltøkini upp í skipaðar ferðaleiðir.
- Hetta skal tryggja, at alt Norðuratlantiska økið kann bjóða tiltøk, ið eru knýtt at hvør øðrum, har vørumerki er dygd og lokal luttøka.
Økini, ið eru partur av verkætlanini, eru: Norra, Svøríki, Kanada, Grønland, Føroyar, Ísland, Onglandi og Írland.
- Gongdin í ferðavinnuni seinnu árini hevur víst, at tey sum vilja ferðast í Norðuratlantshavi, vilja uppliva tað upprunaliga og tí vilja síggja og uppliva lokalt handverk, lokalan mat og lokala mentan.
Craft International slóðar vegin fyri hesum, har lokalt siðbundið handverk og ferðavinna ganga saman um at bjóða ferðafólki eitt dygdar upplivilsi.
- Rávøran er tað siðbundna handverkið og søgan um handverkið.
- Vørurnar, sum verða framleiddar á verkstøðunum, verða seldar lokalt og á internetinum.
Møguleikin at vera í verkætlanini er boðin alment út, og øll, ið fáast við lokalt siðbundið handverk, kunnu lata eina umsókn inn.
Hetta er lýst í bløðunum og á heimasíðuni www.socdev.fo og tað eru Northern Pherephery Project, NORA, Vinnuframagrunninum, Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning og onnur, sum fíggja verkætlanina.
Onnur myndin er Essan í smiðjuni á Trøllanesi, sum er við í Economussée verkætlanini og hin myndin er av Oselvarbåten á Bergen-leiðini í Noregi, sum eisini er er við í somu verkætlan.