Nýskapandi Føroyar: Føroyskir uppfinnarar

At hjálpa fólki í neyð, bryggja kaffi í bilinum og gagnnýta spillvatn eru bert nakrar av uppfinningum hjá føroyingum, vit hitta í Vikuskiftis Sosialinum

Í Vikuskiftis Sosialinum hesa ferð er stórt tema um føroyskar uppfinnarar. Har kanst tú lesa um 12 føroyskar uppfinnarar og koma nærri teirra tankum.

 

Vit hitta m.a. Sverra Nolsøe, ið hevur ment ein persónligan alarm, sum skal hjálpa fólki úr neyð. Hann hevur navnframa íverksetaran, Jesper Buch, sum samstarvspartnara, og teir báðir hava stórar ætlanir.

 

- Sum tað er á marknaðinum beint nú innanfyri privata trygd, haldi eg, at SafeFriend er ein øgiliga góður kandidatur til at blíva ein seriøsur spælari á altjóða støði, sigur Sverre Nolsøe um alarmin.

 

Eisini er prát við Hera Schwartz Jacobsen um eitt hugskot, sum hann fekk undir brúsuni um at gagnnýta spillvatn. Hetta gjørdist byrjanin til ein nýggjan hitavekslara, sum í dag er á veg út á norðurlendska marknaðin.

 

Burðardygga ruskspannin, DropBucket, fekk týsdagin staðfest, at tey høvdu vunnið rættarmálið ímóti matstovuketuni, Bones, sum hevði kopierað DropBucket. Í tí sambandinum hitta vit Heiðu G. Nolsøe til eitt prát um plagiat.

 

Les allar samrøðurnar í Vikuskiftis Sosialinum og blív klókari uppá, hvat rørir seg millum føroyskar uppfinnarar í spennandi íverksetaraumhvørvinum í Føroyum.