Nýskapan í heimshøpi

? Uppgávan hjá næmingunum við Fiskivinnuskúlan er nakað heilt serligt, tí tað verður ikki roynt nakrastaðni í heiminum, at vinna kollagen úr fiskaskræåu, sigur Martin Jakobsen, talsmaður fyri dómsnevndina

Sveinur Tróndarson


Dómararnir til European Business Game leygardagin vóru ovfarnir av vinnarauppgávuni, tí hetta er nakað heilt nýtt, at vinna kollagen úr fiskaskræðu.

Martin Jakobsen, talsmaður fyri dómararnar sigur, at teir hava heitt á stýrisbólkin at kann víðari, um tað er møguligt at seta tankarnar í verk.

Ber tað til í Føroyum?

? Tað er ov tíðliga at siga nakað um enn, men tað er tað, sum vit fegin vildu havt kannað nærri, sigur Martin.

? Hetta er bert ein uppgáva, og skal metast sum ein slík, men tey hava verið ótrúliga nágreinilig í sínum arbeiði, sigur hann.

Martin Jakobsen leggur afturat, at eftir hansara meting áttu fleiri skúlar at verið við, og kanska eisini upp á tvørs av skúlunum.

? So var vitanin í bólkunum eitt sindur meira blandað.

? Men eg haldi kortini at tey hava fingið sera nógv burturúr, allir tríggir bólkarnir, tí eg vil leggja dent á, at allar uppgávurnar vóru framúr góðar, sigur Martin Jakobsen at enda.