John Johannessen
Úr Keypmannahavn kl: 11:30
Landsstýrið fer á samráðingarfundinum við donsku stjórnina í dag at krevja at fáa greiðu á, í hvønn mun danir ynskja at samstarva við føroyingar, fáa Føroyar fullveldi. Løgmaður sigur seg vilja hava greið boð um, hvørji rættindi føroyingar kunnu fáa í Danmark, um vit kunnu varðveita kongshúsið og um føroyingar kunnu hava felags valuta við Danmark.
Afturat hesum krevur landsstýrið at fáa greið boð um, hvat útmeldingin hjá danska forsætisráðharranum um, at búskaparliga skiftistíðin ikki verður longur enn trý til fýra ár í veruleikanum merkir.
? Tað nyttar ikki, at danski forsætisráðharrin bara tosar um eina skiftistíð á trý til fýra ár, uttan at koma nærmari inn á, hvat ein slík skiftistíð inniheldur. Støðan kann jú sammetast við, at vit fáa at vita hjá bakaranum, at eitt breyð kostar tíggju minuttir í staðin fyri, at vit fáa prísin at vita í pengum, sigur Høgni Hoydal.
Løgmaður ger í sama sambandi greitt, at landsstýrið framvegis fer at krevja at fáa eina skiftistíð á 15 ár. Kortini sigur løgmaður seg vera til reiðar at tingast um ymsar møguleikar fyri einari búskaparligari skiftistíð, og vísir hann á, at landsstýrið hevur fleiri modell liggjandi klár.
Skulu kenna okkum trygg
Anfinn Kalsberg sigur, at hóast landsstýrið er sinnað at tingast við danir um skiftistíðina, skulu føroyingar kenna seg púra vissar um, at landsstýrið ikki fer at seta vælferðina hjá tí einstaka føroyinginum í vanda.
? Landsstýrið fer ikki at leypa á bláman, tað skulu føroyingar kenna seg púra vísan í, ger løgmaður greitt.
Løgmaður sigur, at hann ikki ælar sær at taka undir við nakrari skipan, ið føroyingar ikki fara taka undir við. Fyri hann er tað ógvuliga týdningarmikið, at avtalan, ið fæst í lag, er ein avtala, sum kann fáa breiðan meiriluta í Føroyum.
Høgni Hoydal er samdur við løgmanni, og sigur hann, at hann heldur tað nú vera upp á tíðina at sleppa revolvarapolitikkinum og fara undir veruligu samráðingarnar. Í hesum orðum liggur heilt greitt ein áheitan á danska forsætisráðharran. Landsstýrið vil hava at vita, um stjórin er sinnað at samráðast um ein frælsan felagsskap ella ikki.
Oljan møguliga við
Greiðar ábendingar hava seinastu tíðina verið um, at landsstýrið fer at brúka møguligar føroyskar oljuinntøkur sum ein trumf í samráðingunum um búskaparligu skiftistíðina. Hugsandi er, at møguligar oljuinntøkur skulu mótroknast ríkisveitingini úr Danmark.
Hesi tíðindi vil Høgni Hoydal ikki vátta, men hann sigur kortini, at tað kann henda, at oljan verður drigin upp í leikin, tá skiftistíðin verður viðgjørd. Men sambært Høgna Hoydal fer landsstýrið ikki at selja út av ognum føroyinga fyri at fáa fullveldi.
Væl fyrireikað
Føroyska samráðingarnevndin er væl fyrireikað undan samráðingunum. Meginpartin av degnum í gjár sótu landsstýrisfólkini saman við embætisfólkunum á Føroysku Viðskiftastovuni, har tey gjøgnumgingu alt samráðingaruppleggið punkt fyri punkt.
Høgni Hoydal vísir eisini á, at landsstýrið hevur fyrireikað seg til samráðingarnar í heili tvey ár, og eru allir møguleikar viðgjørdir í endar og kantar. Tí heldur hann, at danski forsætisráðharrin eigur at virða føroyska útspælið og seta seg niður at samráðast við føroyingar við opnum sinni.