Nú skal Teistin hava vengur undir vatnganginum

Tað bæði sparir olju og ger hann róligari í sjónum

Strandfaraskipið, Teistin, skal nú vera við í eini royndarverkætlan, sum hevur til endamáls at spara olju, men endamálið er eisini at fáa Teistan at rulla minni.

 

Teistin hevur ikki stabilisatorar, men hann hevur stabiliseringstangar á brúgvatakinum. Men nú skulu eisini vengur, ella foilarar, sum tað kallast, setast í Teistan har frammi í í skipinum.

 

Vengurnar gera, at aldurnar eru við til at dríva Teistan fram og tað sparir eitt sindur í olju. Og soststatt verður Teistin eisini eitt sindur grønari enn hann er nú. Men ein hjávinningur er, at vengurnar fáa eisini Teistan at verða róligari í sjónum og tað ger tað hugaligari at ferðast um Skopunarfjørð, sigur Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.

 

Vanligir stabilisatorar rigga væl í síðurulli, men hinvegin fara hesar nýggju vengurnar at taka nakað av rullinum, sum ferðafólk merkja, tá ið Teistin setur í sjónum.

 

Norski miðilin, gemini.no, sigur, at væntandi minkar oljunýtslan eini fýra prosent, men eru aldurnar størri, kann talan vera um eina sparing upp á heili 15 prosent. Ella sagt við øðrum orðum, tess størri alda, tess størri sparing.

 

Talan er um eina royndarverkætlan hjá norska felagnum Wavefoil, sum hevur brúkt fleiri ár um at menna hetta slagið av skipsvengrum. Og nú eru tey komin so mikið langt, at tey eru til reiðar at royna teir í verki.

 

Hetta fekk leiðslan á Strandferðsluni frænir av, og setti seg í sambandi við Wavefoil um at royna skipanina í Teistanum. Vengurnar viga seks tons, og norski miðilin sigur frá fyritøkuni, at Teistin er best hugsandi skipið at royna vengurnar í og tað er tí at hann siglur ofta í ringum veðri við stórari aldur.

 

Vengurnar koma til Føroyar í august og í september verður farið undir at seta teir í Teistan. Jóan Petur Abrahamsen sigur, at vengurnar verða settar í Teistan eina ferð í september, men at hetta er ein skipan, sum ikki kostar Strandferðsluni nakað.

 

– Riggar skipanin ikki, verður hon tikin úr aftur. Riggar hon væl, fáa vit hava fyri einki, tá ið norska fyritøkan er liðug at gera sínar mátingar, hvussu hon roynist, sigur rakstrarleiðarin.

 

Trýst á pílin á myndini, tí har er eitt video, sum gevur eina hóming av, hvønn mun foilararnir gera fyri rulli. Myndirnar eru úr einum tanga, har modellroyndir vórðu gjørdar